Spillvatn og yvirflatuvatn á Sandi
Arbeiđiđ at skilja sundur spillvatn og yvirflatuvatn gongur framá í kommununi.
Í vár varđ økiđ kring Soyluánna lagt í rør, og nú er tađ Hviná iđ stendur fyri tørni.
Hviná hevur í nógv ár veriđ til ampa fyri bygdafólk, tí áin er sera djúp, og er tađ komiđ fyri at børn eru komin illa fyri í hesi á. Nú verđur tađ vandamikla økiđ lagt í rør, so ongin nýtist hava ampa av hesum.
Somuleiđis verđur spillvatniđ samlađ og leitt burtur, so at vónandi slepst av viđ lukt og annan ampa har um leiđir.
Navniđ Hviná er lítiđ hugaligt.
Sagt verđur frá, at í gomlum døgum var kleystur uppi Undir Brekkuni.
Nonnurnar komu tíđum soleiđis fyri, at tær gjørdust viđ barn, og hetta varđ ikki loyvt. Fyri at ongin skuldi vita av hesum druknađu tær børnini í ánni sum rann har framviđ. Harav skal áin hava fingiđ navniđ Hviná.
Um søgnin er sonn veit ongin frá at siga.
Helst hevur søgnin veriđ góđ til at hildiđ børnunum at húsum og ikki reika ov víđa.
Tađ er fyritøkan MTF sum stendur fyri arbeiđinum viđ Hviná.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur