Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

FØROYINGAR OG FORFYLGING - Open Doors í Føroyum  

Átrúnaður | 21/07-2018 14:00
Rói Norðoy, ein av stigtakarunum til Føroysku deildina.

Klaksvíkingurin Rói Norðoy stendur á odda fyri nýggjum føroyskum felagsskapi, sum hevur til endamáls at kunna føroyingum um forfylging av kristnum um allan heim.

Rói sigur í samrøðu við Sosialin, at tað kostar at vera kristin í heiminum í dag, og seinastu árini eru atsóknirnar móti kristnum øktar nógv í tali. Felagsskapurin veit at upplýsa, at tað eru í dag umleið 200 milliónir kristin, sum ógvusliga verða atsókt fyri teirra kristnu trúgv. Tølini, sum verða nevnd í hesum sambandi, eru ikki tikin úr leysari luft, men eru bygd á kanningar, sum fleiri felagsskapir, ið arbeiða við hagtølum, eru komnir til, m.a. mannarættindarfelagsskapir.   

Rói sigur í samrøðu, at forfylging kann býtast upp í stigum soleiðis at skilja, at talan kann vera um forfylging frá almennari ella privatari síðu, og eisini frá nærumhvørvinum. Open Doors framleiðir ein sokallaðan World-Watch-List (altjóða vaktarlisti), sum kemur út á hvørjum ári. Á listanum verður útgreina hvat slag av atsóknum talan er um.  

Tað nógv umtalaða Norður Korea er tað landið, sum seinastu 16 árini hevur  verið nr. 1 á listanum yvir lond við ógvusligari atsókn mótvegis kristnum. Í hølunum á Norður Korea kemur Afganistan. India og Egyptaland eru á top-20 listanum.

OPEN DOORS FØROYAR
Tað er altjóða felagsskapurin Open Doors (Opnar Dyr), sum Rói Norðoy, saman við øðrum, ynskir at umboða í Føroyum við at seta á stovn eina føroyska deild, sum skal hava til endamáls at varpa ljós millum føroyingar um globalu støðuna í dag hjá teim kristnu við atliti til forfylging. Føroyska deildin arbeiðir við at gera eina heimasíðu, men í dag er møguleiki at fylgja arbeiðinum á teirra facebooksíðu og eisini at koma í samband við Open Doors Føroyar um ein ynskir at gerast limir ella stuðla. Um samkomur, kirjur ella felagsskapir ynskja at fáa vitjan av Open Doors Føroyar er møgleiki at ringja á tlf: 285663

Tað var Hollendarin, vanliga róptur Brother Andrew, sum stovnaði Open Doors í 1955 við tí eina endamáli at hjálpa teimum kristnu handan jarntjaldið. Í dag arbeiðir felagsskapurin á altjóða støði í fleiri enn 60 londum, og høvuðsmálið er framvegis at veita hjálp til tey kristnu, sum  verða forfylgd, og at miðla kunning í tí fría heiminum um teirra støðu.

Felagsskapurin Open Doors hevur nú latið upp føroyska deild í Føroyum. Føroyska deildin hevur fingið navnið “Open Doors Føroyar.” Felagsskapurin hevur verið virksamur í Føroyum áður, men varð endurstovnaður í vár.

Ein kann hoyra samrøðu við Róa í Summartímanum í KVF  05. juli, og eisini í Kristiligu Tíðindasendingini 18. juli á R7.fo og í Andøvsløtuni 19. juli á R7.fo

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir OPEN DOORS FØROYAR alt gott og Guds signing framyvir!

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
gjaranes@gmail.com
Tlf: 228314
skrivað: pjd 20.07.2018

 

 


Lagt út: Randi Jacobsen

Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi