Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kommunisma í Føroyum

Politikkur | 21/07-2018 16:00

Brot úr Ritgerð, har vit kunnu lesa um marxismu í Føroyum. Landsbanki, Landsflakavirki og Landshandil vóru viðgjørd á Løgtingi

Í Master-ritgerðini: Føroyskur Vinnupolitikkur 1948-2010, sum Kristoffur Laksá gjørdi í 2011 er nógv áhugavert at lesa.

Vit kunnu lesa um kommunismu ella marxismu í Føroyum. Vit fáa at vita hvørjar grundgevingar vóru fyri uppskotum, sum løgd vóru fram fyri nú nógvum árum síðan.Vit endurgeva í heilum líki nakrar síður úr hesari ritgerð. Hetta er um Sterka Marxismu og Landsbankan, Landsflakavirki, Landshandil og lands-timburhandil.

Á síðu 114-116 stendur: 

Tann sterka marxisman kemur í stóran mun til sjóndar í uppskotum frá Tjóðveldisflokkinum og

Javnaðarflokkinum um, at tað almenna skal reka vinnuligt virksemi. Skotið verður m.a. fleiri ferðir upp, at tað almenna skal stovna ein landsbanka, sum við tíðini skal verða einasti banki í landinum. (126)

Tíðliga í 1950'unum vórðu trý uppskot løgd fram um landsbanka. Tjóðveldisflokkurin átti tvey

Av  uppskotunum, og endamálið var, at bankin skuldi virkað sum seðlabanki umframt sum vanligur (127) banki. Javnaðarflokkurin  átti eitt uppskot, og tað snúði seg um fara undir eina nationalisering av bankalagnum“ (Løgtingstíðindi 1951: 231). (128)

Í 1969 leggur Javnaðarflokkurin aftur uppskot  fyri løgtingið um at stovna ein landsbanka, sum skal reka alt vanligt bankavirksemi. Endamálið við uppskotinum er, at landsbankin við tíðini skal yvirtaka alt vanligt bankavirksemi í landinum, og at øll skip og virkir, sum landskassin antin veðheldur fyri ella letur stuðul ella lán til, hava skyldu at brúka landsbankan beinanvegin (Løgtingstíðindi 1968: 233).

At økja talið av tjóðarverksmiðjum er eisini politikkur, sum kann bólkast undir sterka marxismu. (129)

Tað hava Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin skotið upp fleiri ferðir. Hildið verður, at tann privata vinnan hevði ikki neyðuga førleikan at reka størri flakavirki. Hesi eiga smb. Tjóðveldisflokkinum at verða stjórnað av einari 3-manna stjórn, sum skal veljast av løgtinginum fyri eitt ár í senn. (Løgtingstíðindi 1958: 158).

Uppskot um at samskipa handil í ein almennan handil, sum skal hava einkarrætt til innflutning av (130) vørum, kann eisini bólkast í sterka marxismu.

Hetta er skotið upp níggju ferðir, hóast ikki altíð á sama hátt. Munurin á Javnaðar- og Tjóðveldisflokkinum var tann, at meðan Javnaðarflokkurin vildi vinna pening úr einum landshandli og síðani brúka hann til at stuðla fiskivinnuni, so helt Tjóðveldisflokkurin, at ein almennur handil fór at útvega føroyska samfelagnum betri og bíligari vørur.

Javnaðarflokkurin sigur, at ein tílíkur handil „vil vera ein risastór inntøkukelda fyri løgtingið og haldgott fíggjargrundarlag til t.d. eina stórfingna endurnýggjan av okkara skipaflota“ (Løgtingstíðindi 1956: 98).

Tjóðveldisflokkurin sigur, at ein tílíkur handil sum so ikki skal geva peningaligan vinning, men „heldur reka hollan handilsskap til frama fyri almenning og vinnulív landsins sum heild“ (Løgtingstíðindi 1961: 162). Báðar grundgevingar benda á marxistiska hugsan, har javnaðarhugsanin vil strúka avstað við vinninginum, sum spekulantar annars taka, og

tjóðveldishugsanin er, at við at leypa spekulantarnar um, so verður tað møguligt at lata vinnu og borgarum bíligari vørur. (131)

Tað seinasta, vit síggja til sterka marxismu, er uppskotið frá Tjóðveldisflokkinum í 1973 um at stovna almenna fyritøku, sum skal hava einkarrætt til innflutning av byggitilfari. Sostatt kann staðfestast, at tann sterka marxisman er virkin í politisku skipanini frá byrjan inntil 1973. 

Felags fyri øll uppskotini í tí sterku marxismuni er, at onki av teimum er samtykt. Sambært Lindenskov (2009) so vóru hugsjónarligu munirnir millum flokkarnar ikki so stórir. Munirnir komu einamest til sjóndar í markeringum og við framleggjan av uppskotum, tá flokkurin var í andstøðu. Á Brúnni (2010) vil eisini vera við, at ein fittur partur av hesum uppskotum eru framløgd fyri at gera vart við seg. Sostatt kann sigast, at hóast hendan idealtýpan var virkin, so hevði hon ikki beinleiðis ávirkan á tann førda politikkin.

 

Sterk marxisma

Tað er natúrligt, at tað almenna eigur og rekur vinnulív, uttan at tað tó er forboðið hjá privatum at

reka vinnuligt virksemi, men hugsast kann, at almennar fyritøkur kunnu fáa monopol innan ávís øki.

Tað almenna dugir betur at at seta skikkaðar leiðslur, sum hava skil fyri framleiðslu og

handilsskapi. Harafturat verður vinnan ikki bert stýrd út frá stutttíðar kapitalistiskum sjónarmiðum, men fyrilit verða betur tikin fyri starvsfólkunum eins og samfelagsins áhugamálum sum heild. Tað er rætt at stuðla uppundir vinnuna bæði við íløgu- og rakstrarstuðli.

Soleiðis verður sterk marxisma definera í hesari master ritgerð

 Tilvísingar:

126  Løgtingsmál S.3/1950 og 23/1951

127 Løgtingsmál 53/1951

128 Løgtingsmál 54/1968

129 Løgtingsmál 3.21/1958, 68/1959, 2.26/1960, 82/1961, 26/1962 og 33/1964

130 Løgtingsmál 3.20/1954, 26/1962, 32/1964, 51/1968, 55/1968, 59/1969, 60/1969, 43/1971 og 37/1973

131 Løgtingsmál 37/1973

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi