Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tann nýggi Ráfiskagrunnurin

Innanlands, Lesarabrøv | 25/07-2018 15:51

Menningarkvoturnar, sum nú skulu útlutast, síggja út til at hava nakað til felags við gomlu studningsskipanina við tí útskeldaða Ráfiskagrunninum. Báðar stuðulsskipaninar eru forkastiligar bæði fyri samfelagið og vinnuna, sigur Sjúrður Guðjónsson

Var sjálvur eitt áramál skrivari í Ráfiskagrunninum, sum varð stovnsettur í 1975 aftaná tað sokallaða útróðrarverkfallið.

Eitt av endamálunum við Ráfiskagrunninum var at javna prísin millum tey ymisku fiskasløgini á landgrunninum. Eitt nú var studningur latin til upsa og kongafisk, meðan toskur og hýsa í prinsippinum so skuldu lata burturav prísinum til studningsfiskin. Ætlanin við hesum var at fáa skipini at leggja seg eftir fiski, sum tá var nokk av, men sum enn ikki hevði nóg góðan marknaðarprís. Soleiðis kundi so toska- og hýsustovnarnir sparast fyri ov stórari roynd. Uppsjóvarfiskurin var uttanfyri skipanina við Ráfiskagrunninum, tó varð svartkjaftur til matna eitt tíðarskeið við í skipanini.

Á hvørjum ári játtaði Løgtingið pening til Ráfiskagrunnin, soleiðis at avreiðingarprísirnir fyri fiskin kundi haldast á einum støði, sum var hægri enn tann, sum marknaðurin tá vildi lata.

Hendan árliga játtanin bleiv við at hækka (soleiðis virkar studningur), til tann hálva milliardin bleiv nádd einaferð seinnapartin í 80 ́inum. Neyðugt er ikki at greiða frá, hvat síðan hendi tá vit komu inn í 90 ́ini.

Ein syrgilig søga um hvussu studningur til vinnuna næstan kann gera enda á einum samfelagi – ein søga vit áttu at lært av.

Og tó – hava vit nú lært nakað av søguni?

Við nýggju fiskivinnuskipanini fyri jól í fjør, kom so aftur ein studningsskipan inn í fiskivinnuna.Henda skipanin hevur fingið so “fitt” nøvn sum menningarkvotur ella økiskvotur. Eitt at síggja til óskyldugt fyribrygdi, sum “i nattens mulm og mørke” kom til sjóndar undir viðgerðini avfiskivinnunýskipanini. Onkur flokkur skuldi fáa okkurt afturfyri, tá tveir suðuroyartingmenn so at siga oyðiløgdu nýskipanina. Hetta okkurt bleiv so til menningarkvotur.

Ein serfrøðinganevnd hevur nú í eina tíð viðgjørt umsóknir til hesar menningarkvotur – 38 í tali sigst.

Nevndin hevur arbeitt eftir einari kunngerð, sum er gjørd til endamálið og er komin til eina niðurstøðu um hvørjar umsóknir eru egnaðar at fáa kvotur.
Tað, sum so hendir, minnir ikki sørt um tað, ið verður kallað politisk útluting. Tað verður ikki nevndin, sum avgerð hvør skal fáa menningarkvotur, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Gamla skipanin við Ráfiskagrunninum og stuðulsjáttan virkaði á tann hátt, at virkir, reiðarar og fiskasølur kappaðust um hvør kundi fáa sum mest burturúr. Eingin játtan varð tá beinleiðis ætlað ávísum virki, allir kappaðust, um ikki á líka fóti, so næstan.

Í dag er eingin kapping um stuðulin (menningarkvoturnar), men verður hann beinleiðis veittur til ávís feløg. Einasta kappingarelementið er hvør bestur er til at yvirtala landsstýrismannin.

Báðar stuðulsskipaninar eru forkastiligar bæði fyri samfelagið og vinnuna. Ráfiskagrunnurin hevði hóast alt eitt lítið sindur av kappingarelementinum í sær, meðan menningarkvoturnar eru ein beinleiðis stuðulsskipan til ávís politiskt útvald feløg, virkir ella persónar.

Tórshavn, 24. juli 2018 Sjúrður Guðjónsson  ( lesarabræv sent sum er R7 í dag ) 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi