Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Lat vinnuna sleppa at royna seg

Lesarabrøv, Politikkur | 26/07-2018 10:00

Um dagarnar er orðaskiftið um fiskivinnunýskipanina enn einaferð kyknað. Sama grátikór teknar somu ræðumyndir, nú tað annars gongur so væl í Føroym sum at kalla ongantíð. Heldur enn fara undir eitt gagnligt orðaskifti um hugsjónir og ætlanir fyri samfelagið alt, verður tosað um, hvussu syndarlig støðan sigst vera í landinum, og hvussu hon fer at versna. Lógin um sjófeingi er komin fyri at vera og eigur at sleppa at standa sína roynd. Vinnan eigur at fáa frið at laga seg til og vaksa.

Tað er kanska vert fyrst av øllum at hyggja afturá, hví broytingar skuldu gerast. Hví tørvar var á eini fiskivinnunýskipan.

Fyri tíggju árum síðan samtykti alt Løgtingið minus ein tingmann at siga upp øll loyvir til fiskirættindi. Uppsøgnin var ætlað teimum, sum høvdu rættindini, men var eisini ein boðskapur um, at um 10 ár kemur ein nýggj skipan og við henni broytingar í loyvisskipanina. Um ikki, var vælsaktans ongin orsøk at siga loyvini upp.

Fyri tey flestu var tað umráðandi, at nýggja skipanin tryggjaði, at sjótilfeingið er ogn Føroya fólks. Hetta hava vit við nýskipanini staðfest. Eftir drúgva viðgerð og nógv kjak kunnu vit eisini staðfesta, at tað bara var Fólkaflokkurin sum vildi, at tilfeingið í sjónum skuldi verða privat ogn.

Tað hevur frá fyrsta degi verið greitt, at tær broytingar, sum fiskivinnunýskipanin fór at bera í sær, fóru á hava ávirkan á táverandi loyvishavarar; ongin annar hevði nøkur loyvir. Bara Fólkaflokkurin hevur hildið fast í óliberala tankanum um, at so fá sum til ber skulu hava rættindi at fiska. Tað er ein erlig søk, men so var – í síni tíð - ongin orsøk fyri at siga loyvini upp. Gamla lógin var til hetta endamál nóg góð.

Frá planbúskapi til marknaðarbúskap

Framsókn hevur alla tíðina víst á, at ein lóggáva fyri høvuðsvinnuni í Føroyum má verða grundað á marknaðarbúskap.

Mannagongdin hjá undanfarna landsstýrið var at tilluta táverandi loyvishavarunum alt. Skuldi ein nýggjur sleppa framat, mátti hesin keypa frá teimum, sum annars høvdu fingið alt fyri onki frá landsstýrismanninum. Júst hvussu vit velja at kalla hetta fyribrigdi er í roynd og veru líkamikið; marknaðarbúskapur er tað ikki.

Greiðasta dømið var, tá Føroyar (ikki bara Jacob Vestergaard) stríddust fyri at fáa størri rættindi av uppsjóvarfiski og høvdu brúk fyri heimligum stuðli. At kalla øll – feløg og persónar – tóku undir við okkara ætlan og stuðlaðu Føroyum at krevja tað tilfeingið, vit hava rætt til. Uttan Felagið Nótaskip. Fyri alt í verðini máttu vit ikki krevja meira enn tað, vit høvdu. Nótaflotin livdi væl við eini kvotu, sum lá um 23.000 tons. Og livdi nótaflotin væl, helt flotin sjálvur, so livdu øll væl.

Men hvat hendi? Eftir at Føroyar høvdu verið í opnum stríði við ES og langt um leingi vunnu rættindi, sum hevur ríkað samfelagið alt við fleiri milliardum, fingu limirnir í Felagnum Nótaskip øll rættindini. Tey sum her heima hjálptu okkum, og høvdu vónað at kunnu sleppa framat rættindum og gerast partur av føroysku fiskivinnuni – sluppu ikki uppí part og fingu einki. Er tað ikki tilvitaður planbúskapur?

Tey feløg, sum hava havt atgongd til tilfeingið í sjónum eru flest øll vorðin sterk, tí tey hava dugað væl at umsitið tað, sum teimum hevur verið tillutað. Tey hava dugað at laga seg eftir umstøðum og hava gjørt skilagóðar íløgur. Tí er tað ikki sørt undranarvert, at tey góðtaka eina undirgangsherferð, bara tí vit hava gjørt av, eins og Løgtingið ynskti í 2007 og aftur í 2017, millum annað, at onnur skulu hava møguleika at sleppa framat einum parti av tilfeinginum í sjónum. Ein tílík undirgangsherferð kann skjótt byrja at gerast grammleikakend.

Sjálvandi fór nýskipanin at ávirka tann virkna partin av vinnuni. Og sjálvsagt eigur vinnan alla tíðina at tillaga seg broyttar umstøður um hesar koma av lóggávu ella av náttúrugivnum ávum. Tað er, og hevur altíð verið, fortreytin fyri at reka vinnuligt virksemi.

Tað hoyrir eisini við til søguna, at nýskipanin av fiskivinnuni ikki er lýtaleys. Stóð tað upp til Framsókn, so fingu gomlu loyvishavaranir minni enn tað teir hava fingið, og ein størri partur vildi verið settur í útboð á uppisølu. Økiskvotur, ella menningarkvotur, sum barnið kom at eita, er okkum ein beiskur biti. Hesar vóru heldur ikki við í upprunauppskotinum hjá samgonguni, men komu tíverri á borðið undir samráðingum við ein av andstøðuflokkunum. Vit óttast avleiðingarnar av menningarkvotunum, men nú royna vit og síggja hvussu hesar hilnast. Rigga hesar ikki verður neyðugt at rætta skipanina til.

Hvat vil Fólkaflokkurin bakka aftur til ?

Síggi at Frambursfelagið í Havn hevur meldað seg uppí grátukórið. Fólkaflokkurin í Havn hevur annars sera lítlan áhuga í at røkja sínar skyldur mótvegis Havnini – hetta orna Jørgen, Jacob og Biggi.

“Skriva val út” ljóðar áheitanin frá Fólkaflokkininum í Havn á løgmann. Og hvat hevur so Fólkaflokkurin so at bjóða uppá til eitt komandi val?

Jú, flokkurin tykist bara vilja bakka aftur, so fiskivinnunýskipanina, pensjónsskipanina, sjúkrahússkipanina og hjúnabandslógina verða avtiknar. Hugsjónir hoyrast einki til, so hvat skal koma ístaðin sigur søgan onki um – men vit kunnu bara gita.

Eg skal ikki avvísa at tillagingar verða gjørdar í lóggávunum, men eg haldi at vinnan skal gera sær greitt, at hesar skipanir eru komnar fyri at vera, og tað ræður um at tillaga seg eftir hesum treytum.

Líka so lítið sum Fólkaflokkurin fekk framt nakra nýskipan ella modernisering av samfelagnum tá flokkurin sat við valdið – líka so lítið megnar flokkurin at broyta nútíð til fortíð.

Poul Michelsen
Formaður fyri Framsókn

 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi