Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hví læra reyðu flokkarnir ongantíð at halda fingrarnar frá fiskivinnuni og detailstýra henni? 

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 26/07-2018 13:49

Søgan endurtekur seg, soleiðis byrjar Edmund Joensen sítt lesarabræv í dag. Henn heldur fram, "hví læra reyðu flokkarnir ongantíð at halda fingrarnar frá fiskivinnuni og detailstýra henni"?

 Einaferð var politikkurin, flakavirkir á hvørjum tanga. Síðani vóru politisk aliloyvi givin sum húsmannsbrúk, inntil heila molivittið for á húsagang, sum seinni tók við sær bankar og samfelag meira og minni, og nú er tað – Gud hjálpi okkum – byrjað aftur við politiskum økis- ella sokallaðum menningarkvotum.

Reyðir flokkar

Tað sær út til, at reyðir politiskir flokkar læra tað ongantið. Ikki at blanda seg upp í sjálva vinnuna og fríu kappingina um at vinna pengar inn til landið.

Tað gongur galið hvørja ferð, og tað skal ongin billa mær inn, at tað verður ørvisið hesuferð.

Kappast dag og nátt

Tann rætta vinnan kappast ikki bara innanlands. Hon kappast við alla vinnu í heiminum, dag og nátt, heilagt og gerandis. Her hevur tann almenna sentralstýringin ikki ein tjans í kappingini. Tað almenna liggur ikki vakið um náttina, og um hvussu næsti dagur skal eydnast og yvirlivast, sum fólkið í vinnuni ger og má fyri at yvirlivað.
 
Tann ónda ringrásin

Líka mikið hvussu ein vendir og snarar sokallaðu økis- og menningarkvotunum, og hvussu nógvar nevndir verða settar, so eru hetta politiskar útlutingar, sum fara fram. 
Tann ónda ringrásin, sum vit loksins komu burtur úr aftan á svára húsagangin fyrst í nítiárunum, ferð nú í gongd aftur. Tá ið fyrst gongd er sett á politiska útlutan, so steðgast ikki aftur. Øll vilja sjálvandi hava sama rætt til politiska útluting, tað sigur seg sjálvt.

Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og tað fer hon tíverri eisini at gera hesuferð. Taparin verður aftur tann sami sum seinast, Føroya fólk.
 
Tann politiska uppgávan

Politiska uppgávan er ikki í einkulheitum at siga, hvør skal hava kvotur ella ikki. Uppgávan hjá politiska mynduleikanum er at gera skipanir og skapa karmarnar og syrgja fyri at hava stabilitet og reglur fyri, hvussu vinnan sjálv kann húsast. Eisini at syrgja fyri, at úrtøkan kemur øllum landsins íbúgvum til góðar. 

Tað er tann veruliga politiska uppgávan.

Sonevndur liberalur flokkur

Tað almenna skal halda sínar fingrar burtur frá at detailstýra vinnilívinum. Tað gongur heilt vist galið, og sporini ræða.
Tað sær tíverri út til, at teir reyðu flokkarnir læra tað ongantíð. Ein sokallaður liberalur flokkur heldur hondina bæði yvir og undir teimum reyðu. Hann kann ikki hava tað gott, sum tikið verður til.

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin 

(  innsent til R7 ) 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi