Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Høgra veit ikki, hvat vinstra ger

Lesarabrøv, Politikkur | 27/07-2018 19:18

- Sjálvstýrið ávaraði júst móti teimum avleiðingum vit í dag eru vitni til. Tí slitu vit eisini samgongusamráðingarnar. Varskóini trutu heldur ikki, tá fiskivinnunýskipanin var til viðgerðar í tinginum, men samgongan vildi ikki lurta, og nú síggja vit avleiðingarnar, nú gólvteppið er skrætt undan fyrstu 20 familjunum.

Løgmaður og fiskimálaráðharrin eiga ikki at skúgva sær undan við burturforkláringum.Fiskimálaráharrin, saman við umboðunum í Tjóðveldi, royndi av øllum alvi at sannføra Løgtingið um, at fiskivinnuuppskotið onga avleiðing fór at fáa fyri verandi aktørar. Eingin skuldi missa arbeiðið, einki virksemi skuldi niðurlagast, alt skuldi bert gerast betri og ríkari.

Men nú er kavabólturin farin á rull.

Viljin til at lurta eftir teimum mongu óteljandi viðmerkingunum, ið komu til fiskivinnunýskipanina, hevur ongantíð verið til staðar. Longu í valstríðnum vóru ætlaninar greiðar, og tá ið landsstýrismaðurin setti nevnd at gera uppskot til nýggja fiskvinnuskipan, var tað bert eitt spæl fyri gallarínum. Niðurstøðan hjá nevndini var læst frammaundan, og serfrøðin slapp ikki so frægt sum at gera sítt egna tilmæli. Landsstýrismaðurin hevði gjørt niðurstøðuna frammanundan.

Eftir teimum viðmerkingunum, ið komnar eru seinastu dagarnar, kann eg bert staðfesta, at Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki skilur avleiðingarnar av tí, sum hann sjálvur hevur gjørt. Tí tá ið tú tekur stóran part av grundarlagnum undan fiskivinnuni, so tekur tú eisini grundarlagið undan fiskimanninum og teirra familjum.

Nú eru tað fleiri og fleiri reiðarí, ið hava sett hol á tær tillagingar og niðurlagingar, ið eru neyðugar, nú nýggja lógin er samtykt. Tað er einki undarligt í tí, tí varskóini trutu ikki, tá ið allir partar av fiskvinnuni vóru til hoyringar.

Sjálvstýrið gjørdi longu greitt í samgongusamráðingunum, at fiskvinnunýskipanin, sum samgongan hevði ætlanir um, fór at fáa stórar avleiðingar fyri alt tað føroyska samfelagið, sum er so tætt knýtt at fiskivinnuni. Longu tá skiltu vit, at okkara atfinningar og varskó fullu fyri deyvum oyrum, og nú er kavabólturin farin á rull. Reiðaríini tillaga sítt virksemi, skipini standa á sølulistum og fiskimenn eru uppsagdir. At samgongan framvegis tvíheldur um, at fiskivinnunýskipanin betrar um føroysku fiskivinnuna, má sanniliga vekja undran og ørkymlan hjá øllum – ikki bara teimum nú uppsøgdu fiskimonnunum og teirra familjum, men eisini teimum, sum ikki skiltu ella væntaðu hesar avleiðingarnar frammanundan.

Jógvan Skorheim
Formaður í Sjálvstýri


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi