Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Torbjørn Jacobsen: AEF = 18 løgtingsmenn- Er ein nýggj fullveldissamgonga í væntu?

Lesarabrøv, Politikkur | 28/07-2018 12:00

AEF = 18 løgtingsmenn (í hesi kanningini)  Er ein nýggj fullveldissamgonga í væntu?  Soleiðis skrivaði Torbjørn Jacobsen, tá hann hevði gjøgnumgingið nyggjastu veljarakanningina. Tá hann sigur AEF, so eru hansara tankar Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsøkn.

Í kanningini fær Fólkaflokkurin 8 sessir, Tjóðveldi 8 sessir og Framsókn 2
sessir og sostatt er helst grundarlag fyri eini fullveldissamgongu, hugsar Torbjørn Jacobsen, við spurnartekini.

Kanningin sum Lóður hevur gjørt, sigur annars um støðuna hjá ymisku flokkunum:

 Afturgongd síðani valið

Javnaðarflokkurin hevur havt afturgongd, síðani hann tók við sum løgmansflokkur í 2015 í øllum veljarakanningum, sum hava verið gjørdar. 

Í veljarakanning, sum varð gjørd september 2016, hevði Javnaðarflokkurin eina afturgongd upp á 0,9 % í mun til valið, og flokkurin var í tí kanningini tann flokkurin, sum hevði størst afturgongd.

Í december í 2016 vísti ein veljarakanning, sum Gallup gjørdi, at Javnaðarflokkurin hevði varvðeitt síni átta tingfólk, og at samgongan varð styrkt við einum umboði fyri Framsókn. Men í hesi kanningini hevði Javnaðarflokkurin eisini mist undirtøku.

Fólkaflokkurin størstur

Í juni í 2017 hevði samgongan mist meirilutan. Tá var Fólkaflokkurin størsti flokkur, og andstøðan hevði fingið 18 tinglimir. Nýggjasta veljarakanningin vísir, at Fólkaflokkurin aftur er størsti flokkurin við 25 % og átta tinglimum. 

Tá lá Javnaðarflokkurin á 20 %, í december sama ár lá hann á 20,9 %, og í dag fær hann altso 19,2 %.

Í kanning hjá Fynd í november 2017 fekk Javnaðarflokkurin einans 5 tinglimir. Flokkurin hevur liðið á 7 tinglimum síðani, men er so endaður á seks tinglimum í dag. 

Tjóðveldi stendir seg betri enn nakrantíð í veljarakanningini og fær 8 tinglimir. Tað er fyrstu ferð síðani valið, at Tjóðveldi fær 8 tinglimir í eini veljarakanning. 

Nógvir ivasamir veljarar

Tað er tó nógv, sum bendir á, at úrslitið kann broytast rættuliga nógv, tí óvanliga nógv - heili 20,7 % siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt í dag.

Tey flestu av teimum ivasomu eru fólk, sum settu krossin við Javnaðarflokkin til seinasta val.

Gallup eisini gjørt veljarakanning

Fyri løtu síðani sendi Tjóðveldi á Fólkatingi eina kanning, sum Gallup hevði gjørt til miðlarnar. Hon vísir, at fýra teir størstu flokkarnir fáa 7 tinglimir hvør, og at Fólkaflokkurin er størst við 22,3 % av atkvøðunum. Sambandsflokkurin fær 21,1 % av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin fær 21 % og Tjóðveldi 20,6 %

Munurin er sostatt minni millum flokkarnar, og afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum er ikki eins stór, sum í kanningini hjá Lóður. Hann hevur tó nógv størst afturgongd samanborið við hinar flokkarnar.

Samanborið við seinasta val gongur Fólkaflokkurin í kanningini fyri Tjóðveldi á Fólkatingið 3,4 % fram, og Sambandsflokkurin vinnur 2,4 %. Javnaðarflokkurin gongur 4,1 % aftur. Tjóðveldi stendur at kalla í stað og missir 0,1 %.

Sjálvstýri fær í kanningini 3,2 % og missir ein tinglim. Miðflokkurin fær 5 % og varðveitir sínar tveir tinglimir. Framsókn fær 6,9 % og varðveitir eisini sínar tveir tinglimir. Sigur heimasíðan kvf.fo 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi