Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sjúrðarberg - Einfalt og sjálvsagt

Fiskivinna, Lesarabrøv | 27/07-2018 23:14
Sjúrðarberg fer úr Føroyum | Mynd: myndaportal, Símun á Høvdanum

Tað sær út til at vera trupult hjá fjøldini at skilja, hvussu einfalda roknistykki hjá JFK hongur saman. Eg meini sjálvandi við roknistykkið um Sjúrðarberg.
 
Haldi tó at orsøkin er at tað er trupult hjá teimum flokstrúgvu at fáa rættar upplýsingar. Maður er sendur av húsi at mainipulera fjøldina, fyri at avmarka tann skaða, sum møguliga er av støðuni, sum nú er íkomin.
 
Og tað verður ikki spart uppá ósannindi. Omma hevði sagt at tað er synd at lúgva og langomma hevði sagt: Ingen tyv er so led og slem, som dem som farer med løgnen frem.
 
Aksel og so Høgni komu fyrstir fram á torg og gjørdu reiðaran til lygnara. Men teir gloymdu prógvini.
 
Mær rann til hugs orðini hjá Hergeir Nielsen einaferð fyri nógvum árum síðan á Løgtingsins røðarapalli.  Hergeir segði: Nú var prestur, sum ikki einaferð, hinumegin sannleikan.
 
Tað er sjálvandi trupult hjá palliba at skilja, tá hentu idiotarnir verða sendir út á markina at villeiða fjøldina. Teir endurtaka boðskapin fá ovastu sovjettini. Og sig eina lygn nóg ofta so verður hon sannheit.
 
Tað stutta av tí langa er, at stjórin í JFK boðaði frá, at Sjúrðarberg var seldur og orsøkin var fiskivinnunýskipanin. Hetta er seinni váttað av nevndini í tíðindaskrivi. Orsøkin til søluna er eisini váttað.
 
Fiskaríministarin var uttanlands, tá sølan var fráboðað. Tað var alment kanska eina viku áðrenn, at sølan helst bleiv veruleiki. Tí høvdu okkara ráðandi menn helst tíð at fyrireika seg, men sigast má, at tað gekk ikki væl.
 
Hvør orsøkin var til at Løgmaður sá seg noyddan at gera reiðaran til lygnarar er trupult at meta um. Men tað kann Løgmaður ivaleyst best svara fyri sjálvur. Men tað er próvfast at Løgmaður sendi tíðindaskriv við yvirskriftini: Fiskivinnunýskipanin hevur einki við søluna at gera. Fiskimálaráðharrin segði tað sama við In.fo
 
Tað skilja øll vanlig fólk sum, at Løgmaður og Fiskimálaráðharrin siga at Hanus Hansen sigur ósætt. Eg eri uppvaksin við at ósatt eitur lygn. Nú á døgum er tað fínt at siga ósatt og í lagi at lúgva og ókorrekt at siga lygn um tað sum er ósatt.
 
Ein skuldi trúð at ein slíkur pástandur frá Føroya Løgmanni var grundgivin óalmindiliga væl. Men so er ikki. Tey sjónarmið sum Løgmaður førir fram eru øll afturlítandi. Og onki sum Løgmaður førir fram afturvísir tað sum Hanus Hansen og JFK hava ført fram.
 
Í rundum tølum er støðan tann, at kvotan í 2018 er 27.000 tons. JFK eigur uml. 44prosent. Tað varierar, men vit brúka hetta sum dømi tá vit rokna og munurin er so lítil at tað ger ongan mun.
 
Uppboðssølan er 15% av teimum fyrstu 27.000 tonsunum og 100% av nøgdini sum er størri enn 27.000 tons. 
 
Harumframt hevur Fiskimálaráðharrin til ein og hvørja tíð rætt at útluta menningarkvotur á 8,5% av samlaðu kvotuni. Og tað hevur hann loyvi til at gera í morgin sjálvt um hann dagin fyri hevur lovað at ongin menningarkvota verður útlutað komandi 10 árini.
 
So koma vit til roknistykki
44% av 27.000 tonsum er 11.880 tons. Hetta er tað JFK hevði havt rætt at fiska uttan uppboðssølu og menningarkvotu. 
 
JFK átti 44% av 27.000 T              11.880T
 
Uppboðsøla 15% av 11.800T          1.782T
 
Menningarkvota 8,5%                     1.010T
 
Eftir nýggju skipanini eigur JFK       9.088T
 
Minkingin er tí sambært hesum roknistykki 2.792 tons.
 
Gadus hevur seinastu árini fiskað uml. 9.000 tons. Sjúrðarberg hevur fiskað væl minni.
 
Fyri JFK eru alternativini tí hesi trý eg havi sett upp í talvu.
 
                                   Gadus    Sjúrðarberg
 
Eftir gomlu lógini            9.000T         2.880T
 
Alt. 1 Eftir nýggju lógini  9.088T               0T         
 
Alt. 2 eftir nýggju lógini  6.885T         2.203T
 
Tað eigur at verða til at skilja, at meðan tað eftir gomlu lógini bar til at lata Sjúrðarberg fiska, so ber tað ikki til eftir nýggju lógini. Alternativ 2 eftir nýggju lógini gevur onga meining, tá tað verður samanlíkna við alternativ 1.
 
Prísurin á uppboðssøluni var 1,82-3,10 fyri ymisku rættindini í Barentshavinum. Avlopið var í 2017 umleið 2 krónur kilo. Møguleikin at keypa á uppboðssølu kann tí ikki brúkast til at gjalda rentur og avdráttir. Sostatt er pástandurin um at tað ber til at keypa á uppboðssølu ein tómur pástandur sum má roknast sum uttanumtos og villeiðing av fólki, sum enn ikki hava skilt at ávísir persónar siga sína søgu sum best og ikki taka sína upplýsingarskyldu í álvara.
 
Sostatt kan staðfestast, at tey sjónarmið Løgmaður førdi fram í tíðindaskrivi fyrr í vikuni og Fiskimálaráðharrin endurtók, eru skeiv og tíðindaskrivið átti ongantíð at verið sent út. Løgmaður átti at bíða til Fiskimálaráðharrin kom aftur úr feriu og latið hann svara fyri seg.
 
Kanska Løgmaður átti at sett seg inn í lógina. Tað stendur rímuliga greitt hvat endamálið er og tað var eisini tað sagt bleiv av teimum, sum atkvøddu fyri Nýskipanaruppskotinum. Tað er ongin orsøk at burturforklára tað sum ein ætlar. Og um ein skiftur meining, so ber eisini til at boða frá tí.
 
Orsøkin til at Sjúrðarberg bleiv seldur er Fiskivinnunýskipanin. Tað átti at verið klárt sum Gin fyri allar Tjóveldis- og Javnaðarveljarar.

Eivind Jacobsen
Stendur
 
P.S. Tølini eru frá Vørn við umrokningarfaktori og sjálvandi tosi eg ofta við vinnuna og fái óalmindiliga nógv at vita, tó at gloymskunar hav er stórt. Havi ikki tosað við nakran hjá JFK um hetta lesarbræv. Tosi tó av og á við JFK eins og flest øll onnur í vinnuni í samband við starv mítt á R7. Tølini eru avrundað, men tey geva eina rættvísandi mynd.

 


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi