Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Færri føðingar og fallandi miðal livialdur í Bretlandi

Andøvsløtan | 29/07-2018 23:40

Talið á barnsburðum í Onglandi og Wales er fallið farnu 11 árini hjá kvinnum í øllum aldursbólkum uttan kvinnum yvir 40 ár, og tann vøksturin hevur verið lítil, úr bert 15,1% upp í 15.4% fyri hvørjar 1.000 kvinnur.

Bretska almenna hagstovan hevur kunngjørt, at alsamt fleiri kvinnur hava útsett at eiga til eftir 40 ára aldur síðan 1990, tá ið 12.032 av teimum átti barn, móti 28.744 (altso meiri enn tvífalt so mangar) í fjør.

Í fleiri 10-ár hava færri kvinnur í lægra aldursendanum átt børn, frá 45.495 undir 18 ár í 1969, niður í 18.076 børn hjá undir 18-ára mammum í 2016.

Hetta 2/3 fall í talinum á føddum børnum hjá øllum aldursbólkum í Onglandi og Wales uttan hjá yvir-40 ára gomlum kvinnum hevur gjørt, at 90% av øllum fólkavøkstri í Bretlandi stendst av vøkstri í talinum á tilfluttum útlendingum.

Í hinum eldra endanum av mannalívinum siga bretsk hagtøl, at í fleiri pørtum av Bretlandi er miðal livialdurin fallin meiri enn 1 ár, veit The Times at siga.

Í fleiri gomlum bretskum ídnaðarbýum og úti á bygd liva fólk eitt heilt ár stytri í miðal enn fyri bert 8 árum síðan, meðan fólk í Landsynningsonglandi (t.e. á London-leiðini) liva fólk heldur longur enn í 2010.

Nú er so stígur komin í tann støðugt hækkandi livialdurin í Bretlandi, tá hann herfyri kom í hæddina, og menn liva til 79,2 ár og kvinnur til 82,9 ár í miðal.

Síðan kríggið, tá myndugleikarnir fóru at savna neyv tøl um miðal livialdur hjá øllum bretum, hevur miðalaldurin veriðjavnt og samt hækkandi.

“At fólk summastaðni í Bretlandi eru farin at liva stytri og so nógv sum eitt heilt ár bert síðan 2010 er eitt risa afturstig fyri fólkaheilsuna,” sigur Sir Michael Marmott, serfrøðingur í ójavnum miðal livialdri hjá ymsum fólkabólkum.

“Nú má Bretland fara undir at kanna gjølla, hvørjar orsøkirnar eru til, at miðal livialdurin kann fara at falla eftir at vera hækkaður javnt og samt í fleiri mansaldrar,” sigur Sir Michael Marmott við The Times of London.

 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Tey lærdu okkum at elska Frelsaran.
Rættvísgjørdur av trúgv 
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Húsarannsókn hjá fleiri laksafyritøkum
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Er tað ein fyrimunur at kenna tey røttu í Býráðnum?
Páll á Reynatúgvu umhugsar uppskot
R7 Premier League (37) - 18. feb 2019
MYNDARØÐ: Stórur skaði við vøllin við Stórá
Svenskt met í stórum afturparti
Myndarøð: stormur í Vági
At lúgva um sína trúgv eitur Taqiyyah og er loyvt einum muslimi
"Kom á 2069!" (49) - 15. feb 2019
Prát við Hera Mortensen
Jóhann Lützen: Tjóðveldi ger einki við loysingina
Prát við Jákup Vestergaard og Bjørt Samuelsen
Eg veit ikki, um eg fái takkað øllum nóg mikið
Frans pávi játtar, at Pávakirkjan brúkar nonnur sum sex-trælir
Samrøða við Danjal av Rana
Føroysk genta skal vera maskottur á Anfield týskvøldið
Tíðindi klokkan 12
Annika Olsen stillar upp
Lars Løkke Rasmussen sendir heilsan til KOKS og Poul Andrias
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi