Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Belgiskir hermenn sleppa nú at sova heima undir hertænastu

Andøvsløtan | 05/08-2018 20:16

Belgia roynir nú at gera sína hermegi mildari og bleytari til tess at tekkjast tí yngra ættarliðnum, ið ikki so glaðbeint meldar seg undir fánarnar.

Herleiðslan fer nú at bjóða hermonnum at sleppa heim at sova um náttina.

Miðal aldurin í belgisku hermegini er nú 44 ár, 10 ár eldri enn í NATO.

Høvuðsorsøkin til høga aldurin í belgiska herinum er, at ungir rekruttar rýma ofta úr hertænastu, tí teir unnast ikki, teimum leingist heim og eftir vinfólki.

Belgia hevur 12 mió íbúgvar, er NATO-limur, men hevur bert 28 tús hermenn. (IDF 200.000 aktiv herfólk, 0,45 mió í reservu og kann mynstra 1,2 mió íalt).

Felags lív við militerum reglum í barakkum hevur altíð verið hildið altavger-andi fyri at sjóða eina hermegi saman. Hetta er fyrstu ferð, nakað land hevur loyvt sínum herfólki at fara heim at sova um náttina undir hertænastu.

Belgiska herleiðslan árvarar hart ímóti at bloyta og forkela herfólk, so tey ikki kenna hvørt annað við at liva, venja og læra saman 24 tímar um samdøgrið undir hertænastu og føla felags ábyrgd fyri trygd og lívi hvørt hjá øðrum.

Eingin hermegi í nýggjari tíð klárar at verja sítt land uttan “l’esprit de corps,” ið fransmenn siga, ella “korpsånd,” ið danir kalla tað.

“Hetta kann bert enda við, at tú venur eina hermegi, sum einki nyttar, og tú als ikki kanst líta á,” sigur heryvirmaðurin, Danny Lams.

Hesin falskíggjaveteranur leggur aftrat síni døpru niðurstøðu um framtíðar dugin í belgisku hermegina eina enn speiskari glósu: “Tú fært ikki eina hermegi at fara inn í eitt krígsøki við hermonnum, ið leingjast heim aftur til mammu.”

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Alt hevur sína tíð her á fold
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Sjálvstýri havt ársfund
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Vespureiðrið (94) - 22. okt 2018
Terje hugleiðir um almennan og privatan kappróður.
Tvístøða (43) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi