Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

80% av skrásettum “børnum” flutt til Svøríki eru tilkomnir menn

Andøvsløtan | 05/08-2018 22:31

Bernt Herlitz, tannlækni á Gotlandi, fekk uppsøgn frá myndugleikunum fyri at avdúka við røntgenmyndum av tonnum, at 80% av skrásettum “børnum,” ið hava søkt friðskjól í Svøríki, eru vaksnir menn upp í 30 ára aldur.

Fleiri av tilflytarunum úr Miðeystri og Norðurafrika søgdu seg at vera undir 18 ár, tá ið teir søktu um friðskjól og uppihald í Svøríki. Røntgenmyndir av tonnunum vístu útvaksnar vísdómsjakslar, ið tannáringar ikki hava, og sum avdúkaðu, at 4 av hvørjum 5 tilflytarum vóru ikki børn, men trøllvaksnir menn.

Bernt Herlitz segði við SV-støðina RT seg halda tað vera moralskt skeivt, at fólk lúgva um sín aldur fyri at fáa ein fyrimun óreiðiliga sum tilflytarar.

Hesi tilfluttu fólk lúgva um aldurin fyri at fáa meir almannapening og í nøkrum førum fyri sum ómyndingar at sleppa við lættari revsing, tá ið dómsvaldið dømir tey fyri at hava gjørt brotsverk eftir at vera komin til Svøríki.

Sama aðrastaðni. Ein afghani, Hussein Khavari, neyðtók og drap eina 19 ára gamla týska gentu og leyg í rættinum, at hann var 17. Men ein røntkenmynd av eini tonn vísti, at Khavari var minst 26, helst 30 ár, og fekk fongsul hareftir.

Danskar tannkanningar vísa, at 74% av skrásettum børnum eru vaksnir menn

Lutfallið 4 av 5 islamskum landastrokum gongur aftur í tí, at 80% teim tilfluttu eru menn, ikki kvinnur og børn. Øll flóttafólkabylgjan er sostatt ein stór lygn.

Tannlæknin tosaði fyrst við eitt embætisfólk yvir sær í tilflytarmálum, sum bað hann senda myndugleikunum eina frágreiðing um málið. Herlitz so gjørdi, men varð uppsagdur fyri at hava avdúkað persónligar heilsuupplýsingar.

“Eg fylgdi boðum frá tilflytarastovuni at senda henni upplýsingar um, at 80% av mínum viðskiftafólkum eru í miðal 25 ára gamlir menn, og eg varð uppsagdur, tí eg hevði gjørt, sum tey bóðu meg,“ segði Herlitz við RT.

Tannlæknin stevndi myndugleikunum á Gotlandi, men varð sjálvur dømdur 475.000 svkr í bót fyri at kunngera persónligar upplýsingar. Hann hevur konu og barn undir aldur og hevði mist hús og heim, um hann skuldi goldið bótina.

Tá ið tíðindini um Herlitz frættust á Gotlandi og út um Svøríki, vóru mong fólk fús til at hjálpa familju hansara við peningi og hava reist hálva upphæddina.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Mentamála­ráð­har­rin og ein løgtingslimur vilja innføra sensur av einstøkum privatum miðlum
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
100.000 í bót vegna manglandi trygd
Eingin makrelur í Føroyskum sjógvi
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
Alt hevur sína tíð her á fold
Feðgar lógu hvørjum øðrum eftir lívinum
R7 og KvF samsenda
Føroyar og Føroyingar... Ja, hvat er at siga um okkum?
Dennis og Jenis í sending­ini NOVA. Lokalsending Nova úr Suðuroynni í dag frá klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (93) - 15. okt 2018
Tað er ikki p-talið sum ger okkum til føroyingar
NOVA úr Suðuroynni - Sending 25 - prát við Jenis av Rana
Óttast Kinesiska 5G tøkni
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Islamar vildu hava australska rossaranch, og ánarin er tjóðarhetja
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Professari skotið seg í armin til at mótmæla Trump
Sosialt ólag millum svørt og ikki rasisma er orsøk til svarta mannfallið í USA
Kommunuskattu­rin minkar í Klaksvík og Runavík
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi