Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kili høgra-forseta og BTÚ í sosialistiska Venezuela tødnaður í helvt

Andøvsløtan | 05/08-2018 23:12

Herfyri vann konservativi milliardingurin Sebastian Pinera forsetavalið í Kili og avloysti sosialistisku Michelle Bachelet. Pinera var forseti 2010-2014 og so væl umtóktur, at kilenar valdu hann aftur við tryggum meiriluta. Sosialistiska mótvalevnið hevði ongan kjans.

Kilenska grundlógin forðar forsetum at sita longur enn 4 ár í senn, men loyvir teimum at stilla uppaftur til val 4 ár seinni. Sama hendi Bachelet 2006-2010.

Í fyrra valskeiði Pineras vaks kilenski búskapurin óført, m.a. tí at prísurin á kopari, ið er høvuðs útflutningsvøran hjá Kili, var høgur. Pinera helt statsins útreiðslur aftur, m.a. til almanna- og útbúgvingarmál, ið fólk vóru misnøgd við.

Men mótstøðan var lítið ímóti tí, Bachelet fekk av av lágum koparprísi, og tí at hennara sosialistiska stjórn hækkaði skattirnar til at fíggja almennar útreiðslur.

Kile hevur havt ein av heimsins mest frælsu búskapum líka síðan Pinochet. Tí hevur Kile uttan sammeting sterkasta og ríkasta búskap í Suðuramerika.

Tað hoyra vit lítið um í vinstravendu miðlunum. Enn minni hoyra vit um, at planbúskapurin í sosialistiska Venezuela tødnar skjótt saman við tí svinnandi demokratinum undir marxistiska einaræðisharranum Nicolas Maduro.

5 mió fólk (20%) eru rýmd til Brazil, Columbia og USA. Øll landsins dýr eru etin (eisini í djóragørðum), inflatiónin er 16.000% p.a., arbeiðsloysið nærkast 40% (smbr IMF). Landið hevur 2 tjóðarting, annað eigur Maduro)

BTÚ minkaði 16% í 2016, 14% í fjør og verður 15% í ár. Av berari sosialismu er venezuelski búskapurin tødnaður 50% farnu 3-4 árini. Bara løgreglu- og hermenn og almenn starvsfólk í tænastu hjá Maduro-stjórnini fáa løn, ið missir helvtarvirði frá morgni til kvøld. Eingin matur, heiluvágur ella vesipappír

Miðal ársinntøkan í oljuríka Venezuela er fallin í $ 5.500 pr íbúgva, í Kili er hon hækkað upp í $ 25.000 (Argentina nú bert $ 15.000 aftur av sosialismu).

Venezuela er við at gerast ein humaniter vanlukka. USA og grannalondini hava fryst allar konti hjá politiskum leiðarum í Venezuela. Ríkasta kvinnan í landinum er Maria Chavez, ið er góð fyri $ 2,5 mia uttan at hava útbúgving og uttan at hava arbeitt vanligt arbeiði í lívinum.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Lands­stýris­maðu­rin segði ósætt á tíðindafundinum
Hans Joensen: Eg eri ein skuffaður maður
Seldu kvotu og fingu hana aftur
Jóhan Edvard náddi ikki heim til jarðarferð­ina, men sang í kirkjuni í Ikerassak
Eru Menningar­kvotur­nar politiskt útlutaðar?
Vespureiðrið (84) - 13. aug 2018
SU generatiónin í Løgtingi­num skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu
Umboðini hjá Sambands­flokki­num ynsktu ikki menningar­kvotur
NOVA úr Suðuroynni - Sending 16
Polittisk útlutan?
Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgar­stjó­rin í Runavíkar kommunu
Brátíðindi: Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkj­andi illgrunasomum deyða
Flótidokkin í Hirtshals er koppa
Tjóðveldiskabalin
Uppsjóvar­kvotur­nar eru nógv størri enn ICES tilmælir
Hjaltur og Aleqa hittust í Uummannaq
Metis - Øll sendingin - 14. august 2018
Nýggjur háskúli á Sandi
Hoyr stjóran á Vestmanna Fiskavirki, hvussu menningarkvotan skal brúkast
Norðoya Fólkafloks­felag : Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú
Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerð­ina av menningarkvotum, nú skotrøðir­nar duna.
Dronu upptøka av cruise skipinum "Zuiderdam", sum vitjaði í Runavík, leygar­dagin 11. august.
Hilbert Elisson: Fiskivinna og kvotur
Framvegis ongar menningar­kvotur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi