Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Høgrastjórnin í Eysturríki lækkar sosialhjálp til tilflytarar

Andøvsløtan | 05/08-2018 21:18
Sebastian Kurz, forsætisráðharri í Eysturríki

Nú fáa eysturríkarar løn fyri at hava sett eina høgrastjórn til valdið í fjør.

Nýliga boðaði Sebastian Kurz (31), form í Fólkaflokkinum og forsætisráðharri í Eysturríki, at stjórnin fer at steingja 7 moskur í og landsforvísa 60 imamar.

Nú fer høgra-stjórnin í Wien eisini at lækka sosialhjálpina til útlendingar í eini roynd at darva tilflytarum og umsøkjarum um friðskjól í Eysturríki (og ES).

Nú verður loft lagt á sosialu høvuðsinntøkuna hjá tilflytarum, so hon ikki fer upp um 563 evrur (= 4.000 kr) um mánaðin. Eysturríkarar, t.e. týsktmælt fólk ella tey, ið klára málroynd, fáa 863 evrur (= 6.000 kr) um mánaðin í forsorg.

Kanzlarin segði orðarætt á tíðindafundi: “Grundreglan verður, at týskur málførleiki verður treyt fyri, at ein persónur fær fulla upphædd í sosialhjálp.”

Kurz legði aftrat: “Tað merkir, at ein og hvør, ið ikki er fullkønur í týskum máli, kvalifiserar ikki til minstu almannahjálp.”

Tilflytarar til Eysturríki fáa hereftir ikki sosialhjálp í 5 ár, hóast henda reglan er í stríð við ES-lóg, ið krevur, at borgarar í øllum limalondum verða javnsettir.

Fólkaflokkurin við Kurz á odda vann tjóðartingsvalið í fjør við harðari kós ímóti tilflytarum og lyfti um, at flóttakreppan í Eysturríki ES ikki endurtekur seg.

Í meirilutasamgonguni við Kurz er sum sagt anti-islamski Frælsisflokkurin, so nú er eingin umbering fyri ikki at føra greiðan politikk ímóti islamskum fíggind-um av kristindómi og vesturlendskum málum og mentan.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi