Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Trump setir upp á vol fyri at fáa játtan til at fíggja múrin

Andøvsløtan | 05/08-2018 18:50

Trump hóttir nú við at steðga ikki-lívsneyðugum pørtum av statstænastum í USA longu næsta mánað fyri at tvinga Kongressina til at játta tann neyðuga pening, ið múrurin kostar at byggja. Vinstrapressan gartar í - sum vant.

Sterkasta kortið hjá Dunaldi Trump til forsetavalið var lyftið at byggja ein múr ímóti Mexico fyri at steðga flóttastreyminum úr 3-heimin inn í USA.

Einki vallyfti fekk betri afturljóð frá 10.000-tals fjepparum enn “Build the Wall.”

Trump hevur hildið lyftið um skattalætta til 90% av amerikanarum (undantikin tey ríkastu), at ógilda tær vinnu-fíggindaligu lógirnar hjá Obama, at skapa 3 mió nýggj arbeiðspláss, at lækka arbeiðsloysið á botn, serliga fyri svørt, brún og kvinnur, at 2-falda BTÚ-vøksturin úr 1,9% hjá Obama upp í 4,1%  árliga nú, at seta konservativar hægstarættardómarar, at styrkja NATO, at siga París- og Iran-avtalurnar upp, at melda USA úr ST-mannarættindarnevndini, at herða altjóða átøk ímóti tí korrupta Ruslandi, at noyða NorKor at samráðast um A-vápn, at kroysta lívið úr ISIS, Hamas, Fatah o.ø. brotsliðum osfrv.

Men á verandi fíggjarlóg hevur Kongressin bert játtað $ 1,6 mia (= 6 Eystur-oyartunlar) til tann 3.200 km langa og 10 m høga múrin móti Mexico. Múrurin fer at kosta $ 23 mia (= 150 mia kr = 130 Sandoyartunlar).

Fyri at kroysta báðar flokkar í Kongressini at játta peningin, fer forsetin at brúka sítt vald til at steingja partar av almennu fyrisitingini bert 6 vikur áðrenn miðvalið, so teir noyðast at ganga ynskjum forsetans á møti og fíggja múrin.

Partar av vinnulívinum stuðlar republikanum til at útvega bíliga arbeiðsmegi uttaneftir, meðan Democrats ynskja landastrok sum veljarar fyri sosialhjálp.

At lemja partar av almennum tænastum er einki nýtt í USA. Tað hendi í 3 vikur undir Bill Clinton, ið republikanar fingu skyldina fyri, og nakrar dagar undir Obama, tá ið pressan aftur gav republikanum svartaper.

Hví torir so Trump nú at seta upp á vol, tá ið allir miðlarnir reyðgløða av øði? Svarið er, at flestu amerikanar krevja múrin til at steðga flóttafloyminum úr heimsins køstalondum inn í USA. Allir veljarar vita, at fígging til múrin fæst ikki, uttan at Trump steðgar nøkrum almennum tænastum fyri at fáa múrin.

Veljarar geva nógvum valevnum fótin, ið ikki játta Trump pening til múrin.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Sjálvstýri havt ársfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi