Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Býráðið í París bjóðar AirB&B av í kríggj

Andøvsløtan | 05/08-2018 20:47

AirBnB er flestum kunnugt ein altjóða I-netskipan, sum hjálpir ferðafólki at finna býli í landi, tey vitja, og hjálpir sethúsaeigarum við avlopsplássi til at fáa inntøku fyri at hýsa ferðandi gestum, ið annars ikki høvdu funnið innivist.

100-tals føroyingar brúka AirBnB at finna ferðafólk at gista og inntøku serliga á sumri. Kostnaður fyri ból og bita er ofta bíligari enn gisting á hotellum.

Kanska ikki øll privatfólk geva hesa eykainntøku upp til skattingar. Tað halda franska skattavaldið og býráðið í París, ið nú hevur stevnt I-netfyritøkuni fyri at bróta nakrar lógir, ið eru gjørdar fyri at regulera gistingarmarknaðin.

Býráðið í franska høvuðstaðnum krevur AirBnB eftir 43 mió evrum íalt (= 300 mió kr) um dagin í endurgjaldi fyri mistar inntøkur.

Myndugleikar víða um lond eru farnir í hernað móti fyritøkum sum AirBnB, lutvíst tí gistingarhús og skattavald missa miljardir hvørt ár í inntøku.

Ein onnur orsøk til kríggið millum myndugleikar og AirBnB er, at húsaeigarar við avlopsplássi heima heldur hýsa ferðafólkum eina nátt í senn enn langtíðar leigarum, lesandi, støkum ella familjum, ið ikki hava ráð til at leiga, tí ferða-vinnugisting hevur økt eftirspurningin eftir býlum og trýst leiguprísin upp.

Í París eru 50.000 býli listað hjá AirBnB, nógv færri enn verða leigað út. Í fjør kom ein lóg, ið krevur, at hvør útleiging hevur sítt nummar, so myndugleikar kunnu tryggja, at útleigarar hýsa ferðafólki í mesta lagi 120 dagar um árið.

Býráðið í París skuldsetir AirBnB fyri at bróta lógina og krevur I-netfyritøkuna at gjalda 1.000 evrur (= 7.000 kr) fyri hvørja nátt, ið teir 43.000 útleigararnir, ið bróta lógina og leiga íbúð ella kamar út til ferðafólk uttan skráseting.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Alt hevur sína tíð her á fold
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Sjálvstýri havt ársfund
Terje hugleiðir um almennan og privatan kappróður.
Vespureiðrið (94) - 22. okt 2018
Tvístøða (43) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi