Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Gevst bretska stjórnin at banka statsskuldina niður

Andøvsløtan | 05/08-2018 23:45

Bretska May-stjórnin hevur sligið seg til tols við, at hon megnar ikki at lækka statsskuldina, men roynir heldur at forða henni at hækka, skrivar The Times.

Farnu 10 árini hava bæði Labour-stjórnir undir Blair og Brown og Tory-stjórnir undir Cameron og May roynt at kyrra veljarar og at sleppa undan politiskum og sosialum uppreistri við at læna netto £ 1,2 bió (= 10 bió kr, 10.000 mia kr).

Ring tíðindi, men politikarar royna at umganga politiskar kreppur, m.a. við at 3-falda bretsk statsskuldina úr £560 mia (= 5 bió kr) upp í £1,8 bió (16 bió kr).

So stór tøl, at vit ikki heilt fata tey. Í lutfalstølum skilja vit støðuna betur, um vit siga, at bretski staturin skyldaði 36% av BTÚ í 2007. Í dag er skuldin vaksin til 85% av BTÚ. (Thatcher hevði roterað í grøvini, um hon visti aftur í verðina).

Cameron lovaði longu í 2010 at lækka skuldina hjá labour, men tað øvugta hendi. May ætlaði tað sama, men veljaramisnøgd hótti stjórnina, so hon gav eftir, og verandi fíggjarlóg hevur leskað fleiri hóttandi almennar áhugabólkar.

Kortini sær ikki verri út, enn at almenni nýtsluvøksturin hevur flatað út. Eitt mál hjá May-stjórnini er nú at læna minni sum luftall av búskaparvøkstrinum. Men hon dregist við stórar innanhýsis trupulleikar orsakað av Brexit.

The Times væntar, at statsskuldin kann temjast, til næsta búskaparkreppa rakar, tá ið skuldin kann fara upp um 100% av BTÚ, sum Italia stríðist við.

Men søguliga hevur Bretland havt størri avbjóðingar av skuld enn í dag. Frá tí at bretska stjórnin fór at læna pening frá Bank of England stutt fyri ár 1700, til Bretland hevði kríggjast móti Fraklandi og USA í 18. øld og hevði vunnið kríggini móti Napoleon í 1815, hækkaði statsskuldin upp um 250% av BTÚ.

1800-talið var stórleikatíð Bretlands sum heimsins fremsta ídnaðar-, hjálanda- og handilsveldi. Tá vit koma fram til 1. Heimsbardaga, skyldar bretska stjórnin bert 30% av sínum BTÚ. BTÚ-ið var fleirfaldað undanfarnu 100 árini.

Fyrri og annar Heimsbardar vóru størstu vanlukkur fyri Bretland (og heimin annars). Í 1945 skyldaði bretski staturin aftur 200% av landsins BTÚ.

Men henda krígsskuldin minkaði skjótt niður í 40% av bretska BTÚ í 1990. Fyrr læntu statir pening til kríggj, nú læna tey seg um rygg til vælferðarnýtslu. 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Tíðindi klokkan 17:00
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi