Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tvørkynd “kvinna” tveitt úr bretskum kvinnufongsli, tí hon neyðtók 4 kvinnur

Andøvsløtan | 05/08-2018 19:29

Bretskir myndugleikar tveittu eina tvørkynda “kvinnu” úr einum kvinnufongsli í Yorkshire, Onglandi, tí hon neyðtók 4 kvinnuligar fangar, skrivar Mail-online.

Ein tvørkyndur fangi er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 4 kvinnur í kvinnufongslinum, Wakefield Hall, fáar vikur eftir at verða fongslað har.

Í 2 ár áðrenn fongslingina hevði “ákærdi” fingið hormon til at skifta kyn frá manni til kvinnu. Men Mail-online skrivar, at hon ikki hevur skift kynsgøgn.

Hóast hormonviðgerð í 2 ár var gessurin hjá tí kynsskifta lítið linkaður, segði fyrst álopna kvinnan í rættinum um ta ágangandi tvørkyndu kvinnuna.

Ákæruvaldið í Yorkshire ræðist so illa LGBT, at hesin neyðtøkukallur, ið fjaldi seg handan hormon, BH og skjúrt, fekk tíð til at neyðtaka 4 kvinnur, áðrenn tað fekk fylgjur, so hann varð fluttur til eitt Category B mannfólkafongsul.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt ágangandi mannfólk hevur brúkt sína støðu sum tvørkyndur til at sleppa inn í eitt kvinnufongsul við sama úrsliti.

Tvørkyndir bretar krevja nú, at tey sleppa at velja ta umklæðings-, brúsu- ella WC-rúm, tey føla seg mest heima í. Kvinnur og foreldur muta ímóti, at døtur teirra skulu verða noyddar at skifta, brúsa og gera burtur av sær á WC-um saman við monnum, ið siga seg vera kvinnur, men gera sær dælt av lógini.

Kjakið í Bretlandi snýr seg eisini nú, um ikki fleiri fongslaðar kvinnur í góðum árum, ið ikki hava havt samband við menn í upp til mánaðir ella ár í kvinnu-fongslum, ikki hava ávísan rætt til kynsligt samband við tvørkyndar menn, ið bert hava fingið hormonviðgerð, men ikki enn hava skift kynsgøgnini út.

LGBT virkar av øllum aldi fyri, at so nógv fólk, sum til ber, sleppa at verða bólkað sum okkurt av teimum forkunnugu 56 kynjunum, ið nú eru uppfunnin.

Talið á tvørkyndum fangum í Bretlandi tvífaldast hvørt ár. Nú hava myndugleikarnir innført tað mark, at menn ávegis til kvinnu skulu hava livað sum kvinnur í minst 2 ár, áðrenn teir sleppa inn í kvinnufongsul at sita.

Somuleiðis er treyt nú sett, at tvørkyndar kvinnur (frá manni til kvinnu) sleppa at skifta kyn í føðibrævinum, bert um tær fyrst verða diagnoseraðar við kyns-ólag (“gender dysphoria” á læknamáli) og hava livað sum kvinnur í minst 2 ár.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Mentamála­ráð­har­rin og ein løgtingslimur vilja innføra sensur av einstøkum privatum miðlum
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
100.000 í bót vegna manglandi trygd
Eingin makrelur í Føroyskum sjógvi
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
Alt hevur sína tíð her á fold
Feðgar lógu hvørjum øðrum eftir lívinum
R7 og KvF samsenda
Føroyar og Føroyingar... Ja, hvat er at siga um okkum?
Dennis og Jenis í sending­ini NOVA. Lokalsending Nova úr Suðuroynni í dag frá klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (93) - 15. okt 2018
Tað er ikki p-talið sum ger okkum til føroyingar
NOVA úr Suðuroynni - Sending 25 - prát við Jenis av Rana
Óttast Kinesiska 5G tøkni
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Islamar vildu hava australska rossaranch, og ánarin er tjóðarhetja
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Professari skotið seg í armin til at mótmæla Trump
Sosialt ólag millum svørt og ikki rasisma er orsøk til svarta mannfallið í USA
Kommunuskattu­rin minkar í Klaksvík og Runavík
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi