Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Heimsins framleiðsluvirði almikið økt, síðan sosialisman fall

Andøvsløtan | 05/08-2018 21:53

Tað er ófatiligt, at fólk (serliga ung) fjeppast uppi í planbúskapi, javna, v.ø.o. uppi í sosialismu, hóast hon miseydnast hvørja ferð, meðan marknaðbúskapur og kapitalisma verða spilt út, hóast hon roynist sum besta mjólkkúgv, ið føðir øll.

Eftir at Kina fyrst í 1980-árunum slepti síni kúgandi maoismu, ið gjørdi øll (uttan partípamparar) líka fátæk, og fór at fevna um marknaðbúskap, fría kapping og kapitalismu, eru framleiddu virðini nógv økt og sosialu korini hjá fjøldini bøtt.

Tað eru ikki útjavnað virði ella almenn stýring av búskapi, men m.a. fríur búskapur, ognarrættur og altjóða handil, ið hava økt vælferð hjá fleiri fólkum nú enn nakrantíð.

Fyri 50 árum síðan livdu 50% av heimsins íbúgvum í djúpasta fátækradømi. Í dag eru bert 10% av mannaættini so fátæk, sum 50% av okkum vóru tá.

Í 1970 livdu heimsins fólk bert 55 ár í miðal, nú liva tey til 70 ára aldur, og vit í heimsins framkomnu londum liva til 80 ár í miðal, skrivaði Edward Hudgins í sambandi við Earth Day, ið umhvørvisutopistar hava hátíðarhildið síðan 1970.

Sjávt í Afrika, heimsins tá og enn fátækasta heimsparti, er miðal livialdurin hækkaður úr 47 árum upp í 60 ár. Fyrr doyðu 15% av børnum undir 5 ár hvørt ár, móti nú bert 5% árliga. Størsti framburður er hendur í fátækum londum.

Í 1970 doyðu yvir 1 mió fólk, flest børn, um árið av sjúkum úr dálkaðum vatni. Tá høvdu bert 50% av heimsins fólki reint vatn, móti nú 90%.

Í 1970-unum vóru 24 størri oljudálkingar á sjónum í miðal hvørt ár. Síðan ár 2000 hava bert verið tríggjar. Oljunøgdin, ið rennur á sjógv er minkað við í miðal 99%.

I 1970-unum ræddust umhvørvistar, at skógarvøkstur heimsins fór at hvørva. Í dag verða nógv fleiri trø plantað enn verða feld í Canada, USA og Evropa enn tá.

Framburðurin í vælferð og livistøði eru størst í londum við persónligum, vinnuligum og politiskum frælsi og minstur í harðræðislondum við planbúskapi, smbr. Heritage Foundation og Fraser Institute, ið geva út Index of Economic Freedom hvørt ár.

Jú ríkari lond eru, jú størri tilfeingi hava tey ráð til at brúka til enn meiri framleiðslu og til reinari umhvørvi. Rík lond hava betri ráð til vælferð serliga til fólk við lágum inntøkum. Einki land ger síni fátæku rík av at gera síni ríku fátæk.

Leingi livi marknað-búskapur, kapitalisma, demokrati, privatur ognarrættur, talu-, vinnu- og persónsfrælsi. Tey eiga tøkk fyri heimsins framburð og fólksins vælferð.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Mentamála­ráð­har­rin og ein løgtingslimur vilja innføra sensur av einstøkum privatum miðlum
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
100.000 í bót vegna manglandi trygd
Eingin makrelur í Føroyskum sjógvi
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
Alt hevur sína tíð her á fold
Feðgar lógu hvørjum øðrum eftir lívinum
R7 og KvF samsenda
Føroyar og Føroyingar... Ja, hvat er at siga um okkum?
Dennis og Jenis í sending­ini NOVA. Lokalsending Nova úr Suðuroynni í dag frá klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (93) - 15. okt 2018
Tað er ikki p-talið sum ger okkum til føroyingar
NOVA úr Suðuroynni - Sending 25 - prát við Jenis av Rana
Óttast Kinesiska 5G tøkni
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Islamar vildu hava australska rossaranch, og ánarin er tjóðarhetja
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Professari skotið seg í armin til at mótmæla Trump
Sosialt ólag millum svørt og ikki rasisma er orsøk til svarta mannfallið í USA
Kommunuskattu­rin minkar í Klaksvík og Runavík
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi