Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Meðan vit bíða

Lesarabrøv | 06/08-2018 09:53

Samgongan lovaði at lyfta føroyingar úr fátækraváða, men hevur ikki gjørt tað.

Umleið 5.000 fólk í Føroyum liva í fátækraváða. Tað eru umleið líka nógv, sum tað hava verið tey seinastu nógvu árini.

Rættiliga nógv varð gjørt burturúr hesum til seinasta løgtingsval. Bæði fjølmiðlar og táverandi andstøðuflokkar vístu støðugt á, hvussu vánalig støðan var.

Vit minnast átakið ”Meðan við bíða” (undirforstaðið: ”Meðan vit bíða eftir eini nýggjari samgongu”). Ein nýggj samgonga skuldi fáa skil á hesum tingunum. Men okkurt bendir á, at vit bíða enn!

Í valskránni til løgtingsvalið segði Tjóðveldi, at flokkurin hevði eitt uppskot klárt at seta í verk beinanvegin, og at hetta fór at lyfta barnafamiljurnar uppum fátækramarkið. Javnaðarflokkurin lovaði eisini í síni valskrá at lyfta fólk úr fátækraváða. Veljarin fekk ta fatan, at komu hesir flokkarnir til valdið, so var tað ein farin tíð, at fólk í Føroyum livdu í fátækraváða.

Ikki so einfalt

Hetta við fátækraváða er ikki so einfalt, sum fjølmiðlarnir og táverandi andstøða gjørdu tað til. Vit rokna nevniliga við einum relativum fátækraváða. Tað vil siga, at fátækraváði er ein spurningur um, hvussu nógv tú tjenar í mun til onnur í samfelagnum. So hvørt sum lønirnar í landinum hækka, so hækkar eisini markið fyri, nær tú ert í fátækraváða.

Frá 2012 til 2016 hækkaði hetta markið 13.568 krónur. Tað vil siga, at tað ber til at vera farin 1.000 krónur upp um mánaðin og samtíðis vera farin frá ikki at vera í fátækraváða til at vera í fátækraváða.

Fólkatalið í Føroyum er eisini hækkað, so sjálvt um prosentparturin sum er í fátækraváða er lækkaður eitt lítið vet, so er talið á teimum sum eru í fátækraváða nøkunlunda tað sama. Í 2013 var talið 4.950 og í 2016 var tað 4.961 - altso 11 fólk fleiri.

Átøkini hjálptu lítið

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni viðvíkjandi fátækraváða eru frá 2016. Tað vil siga, at tølini vísa støðuna sum hon var, aftaná at barsilsfarloyvið var longt, aftaná at pensjónistar, sum bara høvdu fólkapensjón og Samhaldsasta, høvdu fingið meira, aftaná at lógin um familjuískoyti var broytt, aftaná at kringvarpsgjaldið var broytt, aftaná at skattalætti var givin til lág- og meðalinntøkur, aftaná at inngjaldið til egna eftirløn var lækkað, og aftaná at útgjaldið úr Samhaldsfasta var hækkað. Hetta vóru alt átøk, sum skuldu hjálpa teimum lægsløntu.

Aftaná at øll hesi tiltøkini vóru sett í verk, vóru framvegis fleiri enn 10% av Føroya fólki í fátækraváða.

Hava ikki loyst trupulleikan

Eg lasti ikki samgonguna fyri ikki at hava roynt at loyst henda trupulleikan. Men vit mugu tó staðfesta, at saman við ávísum fjølmiðlum, fyrigyklaðu tey fólkið áðrenn valið, at hesin trupulleikin var so sára einfaldur at loysa, og at tey fóru at loysa hann. Men enn er trupulleikin ikki loystur, og nógvir føroyingar í fátækraváða bíða enn.

 

Helgi Abrahamsen

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Lesarabræv
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?
Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
TALUFRÆLSI
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi