Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Ringrás átalar oljudálkingina í Stórá í Hvalvík, sum eigur at kannast betur

Innanlands | 09/08-2018 14:00

Flugufiskarin Svend Hovgaard hevur verið í miðlunum og rópt varskó um dálkingina í Stórá í Hvalvík, sum annars er eitt gott tilhaldsstað hjá sjósílum og laksi. 

Sunda kommuna hevur síðani boðað frá, at írestandi dálkingin var ov lítil at gera nakað við, samstundis sum einki svar var uppá, hvagani dálkingin stavar, hvør hevur ábyrgdina, og hvussu fyribyrgt verður, at hetta hendir aftur.

Umhvørvisfelagsskapurin Ringrás skrivar á facebook vanga sínum, at tey meta at farast skal víðari í málinum, tí dálkingin er sera umfatandi, og bøtast kann um støðuna. Hetta er sambært kanningum hjá Ringrás. Tey meta at orka eigur at vera løgd í at staðfesta, hvussu dálkingin er íkomin, hvør hevur ábyrgdina, og hví viðkomandi ikki hevur gjørt vart við lekan. Sum støðan er nú, fer olja at leka út í ánna, hvørjaferð tað regnar í eina tíð framyvir, um ikki dálkaða tilfari (tari og annað) verður burturbeint. Verri er við oljuni, sum er seyrað niður í moldina í áarbakkanum, skrivar Ringrás.

Verður ikki gjørt meira við málið, fer dálking sum hendan við vissu at vera afturvendandi, tí mynduleikarnir óbeinleiðis boða frá, at slík mál ikki vera uppfylgd til fulnar. 

Ringrás hevur gjørt eina videoskjalfesting av dálkingini í Hvalvík, sum tey hava sent til KVF, Umhvørvisstovuna og Sunda kommunu. Videoskjalfestingin kann síggjast í leinkjuni her

Ringrást eftirlýsir eisini meira vitan um málið, og heitir á fólk sum hava tilfar, ið vísir støðuna, tá oljudálkingin akkurát var hend, um at venda seg til tey. Kunning kann sendast dulnevnt til Ringrás umvegis oyðublaðið her

 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Tíðindi klokkan 17:00
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi