Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kapitalistiska Suðurkorea 40 ferðir ríkari enn sosialistiska Norðkorea

Andøvsløtan | 12/08-2018 19:43

Suður- og Norðurkorea “byrjaðu” á búskaparliga sama lága støði í 1970, bæði tá enn í sori heili 17 ár eftir Koreakríggið, ið endaði við vápnahvíld í 1953. Tá vóru londini hvør sínu megin vápnahvíldarmarkið býtt sundur í tvíningar.

Suðurkorea hevði fyrst politiskt harðræði undir veingjabreiði USA. Norðkorea fekk sosialistiskt einaræði frá 1953 og kinesiskt/russiska herseting og “vernd.”

Suðurkorea hevði størri fólkatal, 25 mió í 1960 enn Norðkora við bert 15 mió. Bæði vóru fátæk. Stórur spenningur var báðu megin vápnahvíldarmarkið.

Norðurkorea hevði marxistiskan hernaðarbúskap við Kim Il Sung á odda fyri einaveldinum. Hann var fyrsti limur av trimum í dynastinum, ið hevur rátt síðan. Búskaparliga hava stígur, kúging og hungursneyð plágað Norðurkorea.

Seinnu 1990-ini drap svøltur 1-2 mió fólk í tí ískalt og gróthart stýrda Norðkor-ea, sum í 65 ár hevur verið heimsins griðleysasta land hjá kristnum at búgva.

Suðurkorea hevði fyrst kommandobúskap, men legði um til marknarbúskap.

Heimsbankin og IMF ráddu í 1970 Seoul at fylgja flestu fyrr hjálondum í 3-heiminum og velja sosialistiskan planbúskap, men Seoul sýtti blankt.

Síðan hevur Suðurkorea við marknaðbúskapi ment sítt kapitalistiska fólkastýri Fólkatalið sunnanfyri er tvífaldað úr 25 mió í 1960 upp í 50 mió fólk í 2018.

Fólkatalið í sosialistiska Norðurkorea øktist úr 15 mió í 1960 upp í 27 mió nú. Lutfallið hevur tískil verið hitt sama: 2 ferðir fleiri fólk í Suður- enn í Norðkorea

Munurin á londunum er í dag ovurstórur. Sosialistiska Norðkorea hevur bert havt 3 einaræðisharrar, demokratiska Suðurkorea 12 fólkavaldar leiðarar.

Sosialistiska harðræðið Norðkorea hevur bert 3,2 mió fartelefonir (flokslimir). Demokratiska Suðurkorea hevur 59 mió fartelefonir (smbr. BBC í summar).

Illa kollføddir norðkoreanar eru miðal 5 cm lægri á vøkstri enn suðurkoreanar.

Norðurkorea er 110.000 km2 við bert 25.000 km av koyriveg (97% grúsvegir). BTÚ hjá NK fall 4% í fjør, meðan flestu lond heimsins høvdu framburð í BTÚ.

Suðurkorea er 100.000 km2 við 99.000 km av koyrivegi (92% asfalterað).

Høvuðs útflytningsvøran úr Norðkorea er kol fyri $ 1 mia. Høvuðsútflutningur úr Suðurkorea er printplátur til teldur/telefonir fyri $ 64 mia. (Umfr. bilar, el-lutir, elektronikkur, hvítvørur, teldur, sjónvørp o.t. fyri mia $$ pr. vørubólk).

Frá 1953 til 1974 fylgdust Norð- og Suðurkorea í BTÚ. Í 1974 stóð miðal ársinntøkan í báðum londunum á jøvnum við $ uml 3.000 (= 20.000 kr p.a).

Í 1974 setti kapitalistiskt demokrati Suðurkorea á flog búskaparliga, og tí dag hevur landið $ 30.000 miðal p.c. Í 1974 steðgaði Norðkoreanski búskapurin. Í 1990-unum tødnaði hann. Miðal ársinntøkan í dag $1.000 (= 20 kr um dagin).

Fasta hermegin hjá Norðkorea er 1,2 mió herfólk við 5,7 mió í reservu. Suðurkorea hevur hálvt so nógvar, 630.000 hermen og 4,5 mió í reservu.

Miðal livialdurin í sosialistiska Norðkorea er 67 ár, eitt vet hægri enn miðal í 3-heimi.  Í kapitalistiska Suðurkorea liva fólk 82 ár í miðal, longur enn vestanfyri.

Sum tað sømir seg einum framkomnum kapitalistiskum landi er barnadeyðin í Suðurkorea bert 3 børn pr. 1.000 íbúgvar - móti 22 deyðføddum børnum pr 1.000 íbúgvar (7 ferðir hærgi) í sosialistiska ravnabølinum Norðurkorea.

Hagtølini omanfyri legði BBC út áðrenn Trump-Kim toppfundin í Singapore.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Tað er eisini galdandi fyri Suðurkorea við tess turbo-búskapi, eins og fyri Japan o.o. framkomin Vestanlond.

Hvør koreansk kvinna fær bert 1,1 barn í miðal, lítið hægri enn Japan (0,9), skrivar miðilin, JoongAng Ilbo í Seoul. Í 2030 verður heilur ¼ av koreanska fólkinum yvir 65 ár. Talið á barnagørðum minkar, og tað á ellisheimum økist.

Suðurkorea hyggur gjølla at, hvat Japan ger í somu støðu. Shinzu-Abe-stjórnin setti ein ráðharra burturav til at forða japanska fólkatalinum at falla (úr verandi 127 mió) niður um 100 mió framskrivað til í 2040.

Vinnuvirki verða stuðlað til at gera síni arbeiðspláss meiri foreldravinalig, so tey fáa hug til eitt barn fleiri, og til gomul fólk, so tey virka eftir pensjónsaldur.

Hesin politikkur hevur borið frukt í Japan, har barnatalið pr kvinnu er kvinkað úr 0,9 upp í 1,2 barn frá 2006 til í fjør.“

Vit kunnu ikki útseta til 40 ára aldur at fáa børn, skrivar miðilin JoongAng Ilbo.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi