Eru Menningarkvoturnar politiskt útlutaðar?
Tobbi tosar um arabiskan basar og sigur á fjesbókini at: Ein sum hevði verið á gátt á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, eftir ein fund um menningarkvoturnar
Torbjørn Jacobsen er ikki blíður um Menningarkvoturnar. Hann skrivar á Facebook í kvøld:
Tórbjørn Jacobsen Ein sum hevði verið á gátt í einum av floksrúmunum á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, sum onkur hevði verið so óansin at lata standa, eftir ein fund um menningarkvoturnar, so hetta er ikki øðrvísi enn ein hvør annar arabiskur bazarur :-)
Brandur Sandoy Uha. Sterkur lútur
Tórbjørn Jacobsen Einaferð segði ein eldri politikari mær, eftir eitt heldur hvast orðaskifti, at hetta var ikki øðrvísi enn ein arabiskur bazarur, onki samband ímillum orð og gerðir
Hetta skrivar Torbjørn Jacobsen í kvøld á sínum Facebook vanga í kjaki um menningarkvotur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur