Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

10 góð ráð frá Rudda Føroyar

Lívsstílur | 18/08-2018 12:08

Rudda Føroyar, sum roynir at fáa so nógv fólk við sum gjørligt, at rudda altjóða ruddingardagin 15. september 2018, kemur her við 10 góðum ráðum til, hvussu tú kanst hjálpa tær sjálvum, pengapunginum og umhvørvinum.

1. Hav ein dunk ella fløsku til vatn við, tá tú ert úti – soleiðis sleppur tú undan bæði at brúka óneyðugar pengar og at tarna umhvørvinum.

2. Keyp eina mateskju til matpakkan í staðin fyri at nýta frystiposar og einnýtistilfar. Brúkar tú bara ein frystiposa um dagin, so hevur tú brúkt umleið 1 kilo av plastikki yvir eitt ár.

3. Tak ein termokopp við, tá ið tú keypir kaffi útifrá. Her kann nógv einnýtistilfar sparast, og summastaðni, t.d. í Paname Café, fært tú 10 % avsláttur upp á kaffi, um tú hevur tín egna kopp við.

4. Tak ein stoffposa við, tá ið tú keypir inn – tú sparir 3 krónur, og umhvørvið fegnast! Ein annar møguleiki er at endurnýta teir plastikkposarnar, tú eigur inni. Hav í huga, at stoffposar eisini krevja nógva orku at framleiða, tí skalt tú nýta teir nógv og leingi, so teir ikki eru framleiddir til spillis.

5. Keyp súgvirør úr rustfríum stáli, sum vara alt lívið, um tú nýtir súgvirør heima. Sig nei takk til súgvirør úr plasti, tá ið tú keypir drykkjuvørur úti.

6. Keyp brúkt í staðin fyri at keypa alt nýtt. Í Føroyum finnur tú bæði góð klæðir og innbúgv í ymiskum Facebook-bólkum, endurnýtsluhandlum og hjá Dugna. Klædnaframleiðslan er ein tann mest dálkandi vinnan, sum er til.

7. Legg dent á góðsku heldur enn nøgd. Bæði pengapungurin og umhvørvið fáa gagn av, at tú ikki nýtist at skifta tíni ting út í heilum.

8. Endurnýt í so stóran mun sum gjørligt. Í Føroyum er tað enn ikki møguligt at skilja alt rusk, og tí verður ruskið ei heldur gagnnýtt í so stóran mun sum aðrastaðni í heiminum. Hugsa teg tí væl um áðrenn tú tveitir ting burtur, ið kanska kunnu endurnýtast – one man’s trash is another man’s treasure!

9. Minst til at tað er munur á merkingunum á mati: “Best fyri”, “Síðsti nýtsludagur” og “Heldur sær í minsta lagi til”. Nýt vit og skil og hygg eftir, um maturin er spiltur, áðrenn tú tveitir hann burtur.

10. Skift einnýtislapparnar út við lappar úr bummull. Soleiðis slepst undan mikroplasti, tá lapparnir verða vaskaðir, og eisini halda teir longri enn teir bláu, gulu og ljósareyðu lapparnir.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi