Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Orkupolitiska ætlanin frá juni mánaða kundi verið skrivað av einum orkufelag

Innanlands | 18/08-2018 17:18

Orkupolitiska ætlanin, sum í juni í ár varð handað landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, fer ikki at førka okkum nærri einum grønum samfelag. Frágreiðingin kundi eins væl verið skrivað av einum orkufelag við eittans áhuga í at økja framleiðsluna av orku. Tað skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, á heimasíðu síni. 

Sambært FNU er mistakið, at arbeiðsbólkurin tekur støði í uppáhaldinum um at tøkni í sjálvum sær kann loysa orkuavbjóðingarnar, og hevur skúgva til viks ta sannroynd at broytingar í nýtslu og framleiðslu mugu stuðla uppundir eitt grønt orkuskifti.

Tað gav vón, tá politisku flokkarnir fyri trimum árum síðan boðaðu frá ynskinum um eina grøna kós. Ferð skuldi koma á eitt grønt orkuskifti og málið var, at í 2030 skuldi øll elorka á landi koma úr varandi orkukeldum. Men vónbrotið er stórt, nú tað vísir seg, at fatanin av einum grønum samfelag einans er avmarkað til elbilar og eina elektrifisering, sum á ongan hátt fær vend í ovurstóru orkuframleiðsluna, skrivar FNU. 

Í 2009 varð Veðurlagspolitikkur Føroya einmælt samtyktur, við tí endamáli at skerja útlátið av veðurlagsgassum; og sambært París-sáttmálanum, sum var undirskrivaður í 2016, skulu Føroyar eins og aðrar tjóðir seta átøk í verk til tess at fremja grønar samfelagsbroytingar.

Ein orkupolitikkur er eitt amboð til at skerja høga útlátið av veðurlagsgassum, men henda skylda er onkursvegna gloppin niðurímillum ella misskilt, og ístaðin er endamálið við nýggju orkupolitisku ætlanini at framleiða streym til ein støðugt vaksandi orkutørv.

Um alheims útlátið av veðurlagsgassum skal lækka kann eitt skifti frá svartari til grøna orku einans fara fram við broytingum í orkunýtslu, og hesum er hædd ikki tikin fyri í orkupolitisku ætlanini. Úr einum umhvørvissjónarmiði eru tilmælini í ætlanini ikki nøktandi, tí tey fara at elva til at nógv náttúra í Føroyum óneyðugt verður oydd. Áir og vøtn eru í vanda fyri at verða brúkt til orkuframleiðslu, og fyrireikingarnar eru longu byrjaðar ymsastaðni í landinum, uttan at nakar kunnandi fundur hevur verið um náttúruavleiðingarnar av ætlaðu inntrivunum. Eingin lóg ella fyrisiting, sum varðar av náttúruvernd, er í Føroyum, og tískil er orkupolitiska ætlanin beinleiðis vandamikil fyri náttúruvirðir og lívfrøðiligt margfeldi.

Tey í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sóknast eftir politiskum avgerðum, sum fara at gera tað lættari at liva grønt og sum seta krøv til dálkandi virksemi. Enn er samgongan ikki komin á eina grøna kós, men hevur tvørturímóti júst latið úr hondum eina ætlan, við tilmælum um at brúka náttúruna til ein ótálmaðan orkuvøkstur. Hetta er ikki ynskiligt, og prógvar, at sokallaði grøni politikkurin, sum verður førdur í Føroyum, er lítið annað enn ein grønur hamur, sum ikki klæðir okkara fólkavaldu serliga væl, skrivar FNU á heimasíðuni, fnu.fo. 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi