Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kommunisma og fascisma eru báðar sprotnar úr marxismu

Andøvsløtan | 19/08-2018 23:00
Karl Heinrich Marx (1818-1883)

Næst síðsta Andøvsløtan speirak størstu løgregluatsókn í Týsklandi síðan 1945. 1.500 albrynjað løgreglufólk lupu á 62 skøkjuhús og fangaðu eina 59 ára gamla tailendska “skøkjumammu” og ein 62 ára gamlan týskan alfons.

Søgan útloysti ein foss av tvassi um nasismu frá ideologiskum høsnarhøvdum og søguligum ignoramusum, m.a. tí at vinstrahall ikki skilja skemt ella spei.

Tískil eitt vet av upplýsing um hugmyndafrøði teim fávitskutu til upplýsingar:

Tað byrjaði við Kommunistiska manifestinum í 1848, ið bumsfongdi konubukarin Karl Marx skrivaði, og oyðsluti ríkmannasonurin Friedrich Engels fíggjaði. Báðir vóru týskarar, men søktu sær friðskjól í tí tollynta, parlamentariska Bretlandi.

11 fólk fylgdu Marx til gravar í London í 1883, tá kona og børn vóru svøk ella deyð.

Í 1917 fekk Lenin russiskar bolschevikkar at gera kollvelting og grunda Sovjetunión-ina. Stalin fullførdi “einaræði teirra ognarleysu,” stjól alt vald og alla privata og almenna ogn undir ræði kommunistafloksins. Stalin drap 30 mió av sínum egnu.

Í 1919 kunngjørdi ein italskur marxistur, Bennito Mussolini, stevnuskrá italska fascistafloksins, ið rakk tí máli at savna alt ræði á italskum búskapi, hermegi, fakfeløgum, framleiðslu- og flutningstól, landbúnað, pressu og enntá pávakirkjuna.

Í Týsklandi eydnaðist tí psykotiska Adolf Hitler frá 1933 at savna alt vald undir nationalsosialistiska arbeiðaraflokkin, so alt vinnulív, hermegi, fakfeløg, land-búnaður, trúarlív, pressa, útbúgving, løgregla .o.a. kom á kollektivistiskar hendur.

Vinstrahalli Roosevelt forseti í USA, hámetti Mussolini í 1930-árunum og sendi fólk til Italia at læra kollektivistiskt stýrislag. Joe Kennedy beundraði Hitler alment, og JFK eisini sum ungur á vitjan í Týsklandi. Italia og Týskland lærdu nógv av USA.

Hvat gjørdu so vinstrahallir intellektuellir amerikanarar í tænastu F. D. Roosevelts fyri at káva út yvir, at teir skammleyst høvdu valt skeiva síðu fyri kríggið. Bert Bretland stóð sum ein maður ímóti Hitler í 2 heil ár. Rusland og USA máttu bumbast uppí til at velja síðu ímóti Týsklandi og Japan heili 2 ár eftir krígsbyrjan?

Jú, teir vinstrahallu kring FDR pástóðu, at fascisman avleggari av konservatismu, meðan kommunisman liggur uttan fyri vinstra jaðara. Men lat okkum greina henda pástand, sum tey vinstravendu hava gjørt til ein trúarsetning síðan kríggið.

Øll Vestanlond eru fólkastýrd. Konservativir politikarar sum Churchill, Goldwater, týski Strauss, franski de Gaulle, Reagan og Thatcher eru klettafastir demokratar.  

Øll demokratisk lond hava grundlógir, sum tryggja fræls, opin val, fríar flokkar og veljarar, meirilutastýri, men eisini minnilutatrygd, fríar miðlar, talu-, trúar-, skrivi- og vinnufrælsi, privatan ognarrætt, frían savningar- og samráðingarrætt hjá fakfeløg-um. Allir borgarar hava javnstøðu og rættartrygd fyri somu lógum.

Løgregla og hermegi í londum við umboðandi fólkastýri tæna tjóðartingi og stjórn, ikki øvugt. Frælsi borgarin er kjarnin í borgarliga og konservativa demokratinum.

Táið veljarin krevur tað á tjóðartings- og býráðsvalum, leggja stjórnir (eisini konservativar) frá sær uttan himpr. So eru fólkastýri, javnaðar- sum høgravend.

Konservativir politikarar hava nógv meiri felags við javnaðarpolitikarar enn við totaliterar, við fascistisk og kommunistisk stýrisløg. Demokratisk politisk mentan og siðvenja virða og verja frælsar borgarar í fríum landi.

Konservatisma hevur einki felags við totalitér stýri. Tey eru mótsetningar

Men kommunisma, fascisma og sosialisma hava uppruna í marxismu. Kommun-isman endaði í 1990/91, tá Jarntjaldið fall, og Sovjet datt sundur skitið og fátækt.

At fascisman og kommunisman hava somu rót sæst best við hesi sammeting:

Bæði vraka kristna fatan av góðum og óndum og miða eftir idealum samfelag
Bæði loyva bert einum politiskum flokki at stjórna uttan fræls val til tjóðarting.
Bæði tjóðartaka/stýra framleiðslu, jørð, flutningi, bankum í kollektivari skipan.  
Bæði hava ein floksleiðara og/ella oddakliku og stýra við harraboðum og ikki lógum. Teirra tjóðarting smíða ikki lógirnar, men eru lýðin gummistempul hjá stjórnini.
Bæði hava sum mál at knúsa verandi, konservativa samfelagið, tess politisku leiðarar, flokkar, stættir, familjur, rættarskipan, felagsskapir, virðisgrundarlag osv.
Bæði nokta fríum, opnum valum til tjóðarting við óheftum flokkum.              
Bæði brúka sensur, njósning, løgreglu o.a. valdsmiðlar til at steðga fríum samskifti.   
Bæði hava jarnhart tamarhald á fakfeløgum, trúarsamkomum og felagskapum.
Bæði brúka løgreglu at kverkra persónliga sjálvstøðu og hermegi at verja mørk.

Kommunisma, sosialisma og fascisma eru alnir av sama stykki. At kalla demokrat-iskar (eisini konservativar) politikarar fascistar, er at brúka heitið “fascist “ sum ókvæmsorð ella avdúka sína egnu frávitsku.

Konservativir politikarar seta altíð hitt einstaka menniskja oman fyri statin. Komm-unistar, fascistar og sosialistar gera hitt einstaka menniskja til eina undirorðnaða eind, til eina finnu í tí almenna talvinum hjá statinum.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi