Lastbilur koyrdi ígjøgnum jólamarknað í Berlin
Eitt yvirgangsálop var í Berlin í gár. 12 fólk eru deyð og 48 hava fingið skaða. Harav fleiri eru í lívsvanda.
Í størri býum í Týsklandi eru allan desember jólamarknaðir. Tað eru nógvir smáir básar, har fólk selja vaflur, kaffi og annað. Nógv fólk samlast hvønn dag á hesum støðum. Eisini nógv børn.
Í gjár koyrdi ein lastbilur inn í ein slíkan jólamarknað í týska Høvðusstaðnum Berlin. Bilurin koyrdi uml. 50-80 metrar og fór ígjøgnum nógvar básar. Tað er lítið pláss og tí er sera trupult at rýma tá slíkt hendur.
Lastbilurin er polskur. CNN tosaði við eigaran av lastbilinum. Eigarin segði, at hann misti sambandi við sjafførin fyrr um dagin og hevði illgruna um at okkurt var galið. Eigarin og førarin vóru nær skyldir.
Tá ið løgreglan fór at kanna lastbilin lá ein póllendingur deyður á setrinum við síðuna av sjafførinum, Løgreglan heldur at lastbilurin er stolin fyrr um dagin.
Løgreglan handtók eisini ein persón, sum rokna verður við koyrdi lastbilin.
Hesin persónur er sambært upplýsingum frá ARD, sum er týska sjónvarpi, ein statsleysur persónur, sum trygdardeildirnar siga er úr Pakistan. Hann er 23 ár og 31 desember 2015 kom hann saman við túsundtals øðrum flóttarfólkum, til Passau, sum er ein býur á markinum við Eysturríki. Hann hevur brúkt fleiri ymisk nøvn.
Løgreglan hevur biðið fólk um at koma við myndum og video, so staðfestast kann, hvat hendi.
Hetta terror álopi, sum týska løgreglan meinar tað er, líkist tí sum var í Frankaríki har ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu og drap nógv fólk.
Um man skal ímynda sær støðuna, so svarar hendan hendingin til at onkur koyrdi ein trailara við nógvari ferð ígjøgnum miðbýðin á Ólavsøku.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











