Uppskot um juridiskt kynsskifti lagt fyri løgtingið
Sonja Jógvansdóttir skjýtir upp, at føroyingar skulu sleppa at skifta kyn frá 1. januar 2019.
Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur lagt eitt lógaruppskot fyri løgtingið, um at fólk skulu kunna fáa juridiskt kynsskifti.
Sambært uppskotinum skal ein persónur, sum “kennir seg vera av hinum kyninum” kunna søkja um nýtt persónsnummar, sum samsvarar við kynsliga samleikan. Hetta skal geva tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass.
“At geva tvørkyndum persónum møguleika fyri løgfrøðiligum kynsskifti gevur teimum møguleika í sínum gerandislívi og -virki at liva í samsvari við tað tey eru, og er ein almenn viðurkenning,” sigur Sonja Jógvansdóttir.
Skotið verður upp, at lógarbroytingin fær gildi tann 1. Januar 2019.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur