Tvístøða (36) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Sunnevu Mohr og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (3:15) "Eg eri ein vanligur vælfungerandi maður við vanligum men tó sterkum meiningum. Eg fylgi væl við í tí sum rørir seg í samfelagi okkara. Tað verið seg politikkur, vinna, átrúnaður, ítrottur, mentan og onnur samfelagsviðurskifti. Tað sama er galdandi fyri fleiri í nærmastu familju míni og vit dáma øll væl at kjakast tá vit eru saman. Í seinastuni havi eg hugsað nógv um hví vit kjakast og um vit yvirhøvur fáa nakað brúkiligt burturúr. Eg kann siga fyri meg at eg endi sum oftast við at blíva irreteraður. Eg minnist ikki til at eg nakrantíð havi “yvirbevíst” nakran um nakað so at tey hava broytt meining. Onkuntíð haldi eg eisini at eg endi við at argumentera fyri tingum sum eg slett ikki havi nakra ordiliga meining um. Hetta tí at kjakið onkusvegna endaði har. Eg eri komin til ta niðurstøðu at eg dugi ikki væl at kjakast hóast mær dámar væl at kjakast. Hvussu blívi eg ein betri kjakari? Hvat er endamálið ella hvat BURDI endamálið við einum kjaki verið?"
Spurningur 2: (19:45) "Hvat halda tit um at fólk koyra teirra børn í barnagarð tá tey sjálvi eru heima, hava feriu ella eru í barsil?"
Spurningur 3: (37:15) "Hvat halda tit um telefonvanar hjá fólki sum heild ? Hugsi bæði um børn, ung, vaksin og eldri."
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur