Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Sambandskumpasin snarar í allar ættir

Lesarabrøv, Politikkur | 07/09-2018 23:55

Sambandspolitikkur á pappírunum, og sum hann var í gomlum døgum, er meiri verdur enn ekkóið hjá Fólkaflokkinum.

Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin, sigur Sambandsflokkurin. Ja alt hetta valskeiðið havi eg
vitað, hvar eg havi havt Sambandsflokkin – beint í hølunum á Fólkaflokkinum. Men tað tykist sum
um, at flokkurin hevur funnið útav, at tað ikki er nokk bara at vera ekkóið hjá Jørgen. Tí síðan
valárið fór at nærkast hava vit sæð, at sambandskumpasin er farin at snara í allar ættir. Nú veit eg so
slættis ikki, hvar eg havi Sambandsflokkin. 

Eingin samanhangur millum orð og gerð
Kaj Leo Holm Johannesen tosar um at yvirtaka málsøki stig fyri stig. Men Sambandsflokkurin vil
ikki taka undir við amboðinum, stýrisskipanini, ið ger hetta møguligt. Hóast boðini av danatingi
eru, at stjórnarskipanin er innan fyri ríkisfelagsskapin. 

Formaður Sambandsfloksins heldur menningarkvotur vera skilagóðar. Men menningarkvotur eru
ikki partur av fiskivinnupolitikki Sambandsfloksins, og tær høvdu aldrin sæð dagsins ljós, um
Sambandsflokkurin sat við valdi. 

Formaður Sambandsfloksins segði í Degi og Viku týskvøldið, at bert nýggir aktørar skulu sleppa at
bjóða á uppboðssølu. Hetta undrar meg, tí vit minnast jú, hvussu Sambandsflokkurin upp í saman
hevur tosað um, at tað ikki er skilagott at økja um stálið í fiskivinnuni. 

Edmund Joensen kallar Fólkaflokkin fyri sosialistar. Í orðaskifti um kapping á flogleiðini til Føroya
vóru skeptisar røddir í Tjóðveldi og Fólkaflokkinum hesum viðvíkjandi. At Edmund kallar
Fólkaflokkin fyri sosialistar sigur ikki so lítið um, hvussu sambandskumpasin melur trillrunt. 

Sambandsflokkurin vil ikki økja um raksturin, men tosar um eina viðgerðartrygd, sum kostar
tíggjutals milliónir, um hon skal vera haldgóð. 

Sambandsflokkurin mælir til, at bústaðir skulu gerast í hópatali, hóast flokkurin upp í saman vísir á,
at ov nógv ferð er á búskapinum. 

Samanhangandi skilagóðar loysnir fáast ikki eyga á. 

Nei nei nei
Slagorðið hjá Sambandsflokkinum hevur seinastu trý árini verið nei. Hvørja ferð samgongan hevur
roynt at fingið eina breiða semju, er Sambandsflokkurin bakkaður undan. Nei til
fiskivinnunýskipan, nei til stjórnarskipan og nei til pensjónsnýskipan. Nú valárið er byrjað, roynir
Sambandsflokkurin at sminka manglandi samstarvsviljan við einum risastórum JA á Facebook-
síðuni. Og nú Kringvarpið varpar ljós á bústaðartrupulleikarnar í landinum, so fer Sambandið beint
í hjørtuni á veljarunum við orðunum“JA Sambandsflokkurin vil lata familjum hægri barnafrádrátt
og skunda undir at íbúðir og hús verða bygd.” Var tað ikki ov nógv ferð á búskapinum kortini?  

Veitst tú, hvar tú hevur Sambandsflokkin? 
Undir vanligum umstøðum kundi tað gjørt mær tað sama, at Sambandsflokkurin er uttan kós. Men
tað syrgiliga er, at tá støðuleysi Sambandsflokkurin tekur orðið á tingi, og tá atkvøðast skal, heingja
teir seg aftur í velið á Fólkaflokkinum. Tað tykist at vera teirra einasta stavnhald. Og hetta er spell,
tí sambandspolitikkur á pappírunum, og sum hann var í gomlum døgum, er meiri verdur enn ekkóið
hjá Fólkaflokkinum. 

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Lesarabræv
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi