Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Kann líkarættur vera svarið?  

Lesarabrøv, Politikkur | 09/09-2018 10:00

 

Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um bústaðartrupulleikan í Føroyum, og ein loysn til trupulleikan er - sambært fleiri, sum hava verið frammi, umframt komandi uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir - at kommunurnar skulu fáa heimild at byggja leiguíbúðir.

Trupulleikin er øgiliga stórur, og fleiri standa og mangla bústað.

Higartil hevur einasta svarið til trupulleikan frá almennu Føroyum verið Bústaðir. Tó so hevur Bústaðir fleiri ferðir víst á, at tey megna ikki sjálv at loysa henda stóra mangulin av bústøðum.

Nógv hava eisini funnist at teimum privatu, tí tey ikki taka størri lut í at loysa henda trupulleikan. Men tað er eyðsæð, at tá ið tann almenni byggjarin er í nógv betri kappingarstøðu enn tann privati, so loysir tað seg øgiliga illa hjá teimum privatu at koma við í leikin.

Eitt nú hevur stjórin á fyritøkuni MARK víst á, at hansara fyritøka má keypa grundstykkir fyri fleiri milliónir, meðan Bústaðir fær tað sama og meir fyri 1 kr.

Sonja Jógvansdóttir vísir á, at kommunurnar hava biðið um møguleikan at byggja leiguíbúðir. Jú, gaman í, summar kommunur hava tosað um tað, men eitt annað ynski er frá Tórshavnar kommunu, og møguliga øðrum kommunum við, at fáa heimild at geva privatum somu treytir sum Bústøðum.

Tað almenna noyðist ikki at gera alt í Føroyum. Loysnin, ella ein byrjan til loysnina, kann vera so einføld sum at geva privatum og almennum feløgum líkarætt.

Vegna Huxa,
Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
7 Skip­satstøðarar fingið prógv á Sjónámi
Sjey hava fingið master prógv á Søgu- og Samfelagsdeildini
Samrøða: Líggjas Johannesen um fisk
Vespureiðrið (112) - 24. juni 2019
Anfinn Olsen, reiðari: Aftursvar til Dennis Holm
MYNDARØÐ: Ein ótrúlig røð av flottum og serstøkum bilum
Samrøða: Sigrun Johannesen um handilin Insito
Stafettin (10) - Ruth Vang spyr Kaj Leo Holm Johannesen
Samrøða: Amalia í Frammi­stovu, sum rekur café, ból & biti á Kirkju í Fugloynni
Samrøða: Jógvan Heinesen, ein av eigarunum av Hotel Norð
Útsøgnin hjá Framherja er bæði óseriøs og fjákut
Fyrispurn­ingur um ferðaætlan­ina hjá Smyrli á Jóansøku
Samrøða: Gerhard Lognberg m.a. um týdningin av flakavirki­num í Skopun
Sandoyar­sendingin (5) - 24. juni 2019
"Kom á 2069!" (65) - 21. juni 2019
Ríkir útlendingar kunnu fara avstað við okkara bústøðum
Bók eftir Sólby A. Christiansdóttir á veg á marknaðin
Røðan hjá Øssur Winthereig til veðurlagsverkfallið
Landið rindar 800 milliónir aftur í dag
Pallborðskjak um Føroyar og sekularisering
Ein íðnaðarsøga úr Svínoy
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Samrøða: Hannebeth Garðalíð, ein av eigarunum av fyritøkuni VILJIN á Húsum
Leið meg einaferð enn út á dekkið...
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi