Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tað gevur stórar trupulleikar, óansæð hvørjum landi man býr í. Tað mugu vit ásanna.

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 12/09-2018 10:44

Tað sigur seg sjálvt, at vit sum samfelag, sum hava brent okkum meira enn eina ferð økonomiskt, hugsa okkum um og tryggja okkum móti verri tíðum. Og tað skulu vit. Og tað er tí, at vit nú uppliva hetta ógvusliga og ónormala trýstið á bústaðarmarknaðin. Tí trýstið er ónormalt og ókent. M.a hetta skrivar Hilbert Elisson í dag, les alt her

Ja, men tað tekur nógv, nógv longri tíð enn mong ynskja sær. Tíverri.

Tann eksplosivi fólkavøksturin vit hava havt seinastu árini, hevur sett eitt, fyrr ókent trýst, á bústaðarmarknaðin í Føroyum.

Vit hava ongantíð fyrr upplivað slíkt trýst fyri at fáa egnan bústað. Til leigu ella ogn.

Tað er lokkandi at seta búgv í Føroyum. Serliga í so góðum tíðum.

Hvør hevði hugsað sær fyri fáum árum síðan, at fólkatalið fór at vaksa við næstan 10 % uppá so stutta tíð, sum vit hava nú upplivað? Tað svarar til, at eitt land sum Danmark fekk 500.000 borgarar, Týskland fekk 8 mió. nýggjar borgarar, ella at USA fekk 35 mió. fólk afturat sínum fólkatali í sama tíðarskeiði. Einans uml. 8 ár.

Tað gevur stórar trupulleikar, óansæð hvørjum landi man býr í. Tað mugu vit ásanna.

Tað sigur seg sjálvt, at vit sum samfelag, sum hava brent okkum meira enn eina ferð økonomiskt, hugsa okkum um og tryggja okkum móti verri tíðum. Og tað skulu vit. Og tað er tí, at vit nú uppliva hetta ógvusliga og ónormala trýstið á bústaðarmarknaðin. Tí trýstið er ónormalt og ókent.

Trøini vaksa heldur ikki inn í himmalin hesa ferð. Verri tíðir koma einaferð aftur, trúgvið mær. Og hvør hevur bundið um heilan fingur tá?

Eingin torir at brúka sín pening soleiðis uttan totala trygd fyri, at mann fær sín pening aftur.

Hetta við trotinum á bústaðarmarkanaðinum fer tíðin at loysa náttúrliga. Men tað tekur tíð. Langa tíð.

Tað, sum nú er umráðandi, er, at vit ikki loypa framav í óðum verkum, og skuldarbinda fólk, sum ongan kjans hava at gjalda sína skuld aftur fyri at seta føtur undir egið borð.

Tað ynskir eingin.

Hilbert Elisson


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Prát við Jóan Paula í Geil
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Samgongulimur: Tunnilin til Fámjins verður boðin út í morgin
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Semja við handverkarafeløgini
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Stefan Løfven fallin
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Nógvur vindur í løtuni - bilur tikin av vindi
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Eyðun Mørkøre - øll nýtast ikki at búgva í Havn
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Skuldsettur fyri dráp
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi