Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Springaradráp!

Innanlands, Lesarabrøv | 13/09-2018 23:52
Jacob Vestergaard | Mynd: r7.fo

Føroyingar hava í øldir gagnnýtt havsúgdjór, øll tey, sum teir hava havt møguleikan at fáa fatur á. Nú hevur ein rørsla tikið seg upp í Føroyum, sum hevur funnið útav, at nøkur havsúgdjór, serliga springarar, eru fittari enn onnur. So fitt, at tey ikki mugu drepast.

Undarligt at hoyra Kaj Leo Johannesen, Ingolf S Olsen og onnur havast at springaradrápi.

Føroyingar drepa ikki springarar til stuttleika, men fyri at fáa mat á borðið. Sjálvsagt skulu vit til eina og hvørja tíð gagnnýta alt tað tilfeingi, ið vit hava í havinum, eisini havsúgdjór.

Vit hava altíð brúk fyri øllum tí, ið vit kunnu veiða, fugli, fiski og hvali, og harvið fáa ókeypis døgurðamat. Innløga hevur altíð havt og hevur framvegis stóran týdning.

Vit hava greiðar lógarkarmar fyri allari veiðu og eru væl skipað.

Vit veiða ikki orsaka av siðvenjuni. Siðvenjan hevur onki við málið at gera. Tað var ikki fyrrenn vit fingu skjóttgangandi bátar, at møguleiki var at reka og halda springarar til.

Tað rakar ongan útlending, hvørki í New York ella London, at vit drepa springarar í Føroyum.

Vit mugu ikki lata okkum ræða av útlendskum umhvørvisfólkum og blaðgreinum í útlendskum miðlum.

“Rokið” um springaradrápið í Hvalvík er skapt av teimum, sum eru ímóti, at vit drepa hval. Tíverri eru tað fleiri, ið hava latið seg lokkað.

Vit hava dripið springarar í áratíggir, og tað hevur havt líka so lítla ávirkan á okkara umdømi, sum tað, at vit hava dripið grindahval. Útlendingar gera ongan mun á, um vit drepa springarar ella grindahval.

Lat okkum sláa kalt vatn í blóðið, og halda áfram at gagnnýta teir møguleikar, ið vit hava at útvega ókeypis mat til føroyingar.

Soleiðis skrivar Jacob Vestergaard á sínum face-book vanga í kvøld.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi