Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Føroysku uppsjóvarkvoturnar minka – tó ikki fyri svartkjaft

Andøvsløtan | 16/09-2018 21:00

Havstovurnar í Føroyum, Noregi og Íslandi hava í dag kunngjørt úrslitið av yvirlitstrolingunum í summar.

Allir tríggir stovnarnir eru í minking í mun til úrslitið av kanningunum í fjør.

Kanningarnar vísa, at stovnurin av norðhavssild er 24% minni í vekt í ár í mun til í fjør.  Mest var at síggja av sild í økinum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystan og norðan fyri Ísland.

Í kanningunum í ár verður stovnurin av svartkjafti mettur at verða 11% minni enn fyri einum ári síðan. Svartkjafturin var at síggja í so at siga øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økinum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland.

Størsta afturgongdin er í stovninum av makreli. Mett verður, at stovnurin er 40% minni enn fyri einum ári síðan, og 30% minni enn meðal seinastu fimm árini. Í tali er minkingin 30%, og sostatt er meðalvektin minni.

Granskararnir meta, at nógv tann størsta minkingin í makrelstovninum er vestanfyri í íslendskum og grønlendskum sjógv. Har verður mett, at minkingin er 76% sammett við 2017-kanningarnar. Á leiðunum eystanfyri og í ein landnyrðing er afturgongdin 21%.

Hitin í sjónum verður eisini kannaður. Úrslitið vísir, at uppi í sjónum sunnan fyri og vestan fyri Ísland var hitin 1-2 stig minni enn meðal seinastu 20 árini.

Í stórum pørtum av Norðhavinum var hitin um meðal. Granskararnir halda, at hitin í sjónum kann vera orsøkin til, at størsta minkingin í makrelstovninum er á teimum vestaru leiðunum.

Hóast kanningarnar vísa, at samlaða vektin í øllum trimum stovnunum er munandi minni í ár, er tó ikki vist, at minkingin í kvotunum verður líka so stór, tí fleiri onnur viðurskifti verða tikin við í útrokningarnar. Millum annað ávirka eggteljingarnar sunnanfyri og tilgongdin til stovnarnar.

Stovnsmetingarnar og tilmælini frá ICES um heildarveiðuna næsta ár verða kunngjørd tann 28. september. Strandalondini fara at viðgera tilmælini á fundi í London í døgunum frá 8. til 12. oktober.

Hóast útlit er fyri, at allar kvoturnar verða minni í 2019, so skal havast í huga, at føroysku kvoturnar av uppisjóvarfiski eru munandi hækkaðar seinastu árini.

Nú ongin strandalandaavtala er um hvørki norðhavssild ella svartkjaft, seta londini sær hægri kvotur, og mett verður, at hesir báðir stovnarnir verða yvirfiskaðir við 25% í mun til tilmælini hjá ICES. 

Í 5-ára makrelavtaluni við ES og Noreg, sum gongur út á nýggjárinum, fingu Føroyar góð 7% meira í sín part. Kvotan, sum Føroyar hava sett sær av norðhavssild er góð 14% hægri enn tað, sum vit áttu í gamla býtinum, meðan svartkjaftakvotan er sett góð 11% hægri.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi