Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Enskir grannar til hendurs á nátt um heidna gudadyrkan

Andøvsløtan | 16/09-2018 22:30

Eini pensjónerað hjún í Dorset hava fingið dóm fyri vápnað álop á teirra heidna granna eina fullmánanátt í november í fjør, skrivaði Mail Online herfyri.

Grannin sigur seg vera “druid”. “Druidur” er heitið á einum fornum keltiskum presti. Mansins kristna navn er John Bennett. Men hann krevur at verða nevndur Bearheart (Bjarnahjarta), ið hann hevur tikið sum sítt prestanavn.

Teir dømdu áleypararnir vardu seg í rættinum við, at tey mistu tolið við goraganginum frá heidnu mánaðarligu náttarritualunum hjá druidinum.

Hvønn fullmánað sluppu Mark og Anne Denyer ikki at sova, sum Bjarnahjarta leikaði í við fornum, heidnum sangi, dansi, lúðrablástri í neytahorn og trummusláttri hinumegin stikið í grannagarðinum. Offurroykur stakk í nasarnar

Gudatænasturnar hjá grannanum blivu ovmikið. Eina mánalýsisnátt í nov. í fjør skeldaðust tey bæði við grannan ígjøgnum runnarnar millum húsini.

Tá tað ikki hjálpti, herjaðu tey á dansandi, syngjandi, lúðrablásandi og trummusláandi Bjarnahjarta, meðan tjararroykurin huldi tann ofrandi druidin.

Konan, Anne Denyer, sló druidin við einum samanrullaðum regnskjóli. Men tá tað ikki hjálpti, og Bjarnahjarta bara leikaði enn meiri í, stakk maðurin, Mart Denyer, tann algoysta og sveittandi heidnaprestin við einum køksknívi.

Bjarnahjarta er væl í holdum og vigar 140 kilo. Hann var væl bjálvaður hesa náttina í vovnum og tøvdum keltiskum prestakoti,  so tað samanrullaða regnskjólið rein ikki við hann, og køksknívurin gjørdi honum ikki mein heldur.

Men áleypararnir vórðu drigin fyri rættin, har tey søgdu seg vera ósek í ákærunum hjá Bjarnahjarta og konu hansara, prestinnuni Samantha Hathaway (í nakað sama vektklassa sum maðurin).

Dómarin segði, at gartanin hvørja fullmánanátt, og stuðul frá øðrum grannum, ið søgdu seg ilskast mest inn á tjararroykin úr havanum frá brenniofrunum hjá Bjarnahjarta og konuni, slapp áleyparunum undan fongsulsrevsing.

Tey bæði Mark og Anne Denyer fingu tó treytaðan dóm. Einki er frætt, um Bjarnahjarta skal gevast við heidnu ritualunum og/ella skifta trúgv.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi