Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

92 ára gamal fyrrv. leiðari gjørt politiskt "hat-trick" í Malaysia

Andøvsløtan | 16/09-2018 15:30
Mahathir Mohammad

Eitt hitt fyrsta, tann 92 ára gamli Mahathir Mohammad gjørdi eftir at vinna tjóðartingsvalið í Malaysia í vár, var at banna taparanum, Najib Razak og konuni Rosmah Mansor, at fara úr landinum. Tey sótu í húsavarðhaldi, til løgreglan hevði fingið alt próvtilfarið ímóti teimum til eina rimmar rættarsak.

Fyrsta “málið”, ið Mahathir Mohammad “skjeyt”, var at gerast heimsins elsti fólkavaldi politiski leiðari, tá hann nú vann sín politiska stórsigur.

Fáar dagar eftir valið søktu løgreglumenn at skrivstovuni hjá fyrrv. forsætis-ráðharranum, Najib Razak, eftir boðum frá landsins nýggja leiðara og tóku 284 kassar av skjølum, virðislutum, skreyti, reiðum peningi og merkjavørum.

Tann handtikni Razak man hava átt stór hús og havt stór goymsluhøli til at herberga 284 køssum av virðislutum o.ø. prógvum í rættarsakini ímóti sær.

Tey varðhaldsfongslaðu malaysisku forsætisráðharrahjúnini eru ákærd fyri at hava framt fíggjarundandrátt fyri milliardir. Tað er annað “málið,” oldingin “skoraði” í malaysiska “landsdystinum” millum stórleikarar.

Valúrslitið var ein sannur skelkur fyri allar malaysiar. 92 ára gamli Mahathir Mohammad vann óvæntan stórsigur. Hann hevur fyrr verið forsætisráðharri í Malaysia, men hevur ikki stillað upp til val í 13 ár og hevði lagt frá sær fyri vell, segði hann tá, men sá seg síðan noyddan at stilla uppaftur nú.

Ikki bert legði hann í politiska vaðið aftur, men hann fór úr sínum gamla flokki, stillaði upp fyri ein andstøðuflokk og vann stórt. Málið við at stilla upp var at steðga sínum fyrr partamanni, Razak, ið Mahathir sigur vera korruptan.

Stjórnarflokkurin, ið hevur sitið við valdið farnu 5 árini, og hvørs formaður eitur Anwar Ibrahim, fekk vánaligt úrslit og gjørdist 3. størsti flokkur á valinum.

Nýggi (92 ára gamli) sterki maðurin, ið nú hevur met sum heimsins elsti valdi politiski leiðari, væntast at roynast hollur fyri fólkaræðið og demokratisk virði í Landsynningsasia, har slíkt skortar, heldur amerikanski miðilin Quarz í NY.

Hvat er so triðja “málið”, Mahathir hevur “skorað” fyri at klára eitt politiskt “hat-trick”? Jú, oldingin hevur fingið kongin í Malaysia at náða Anwar Ibrahim, fyrrv. varaforsætisráðharran, ið er dømdur fongsul í 5 ár fyri sodomi, t.e.

kynslig samlega millum menn. Malaysia er sum kunnugt muslimskt land við strangari revsing fyri siðamisbrot.

Tað var Najib Razak, tá forsætisráðharri, ið skuldsetti sín varamann, Anwar Ibrahim fyri kynsligan ólevnað, ið Razak pástendur, er íspunnin ákæra.

Teir báðir, Mahathir og Ibrahim vóru fyrr argir mótstøðumenn. Men “fælles fjende gør ven.” Síðan farna valið varð útskrivað, hava Mahathir og tann fongslaði Ibrahim strítt øksl móti øksl fyri at fella tann korrupta Najib Nazak.

92 ára gamli Mahathir fer at sita leiðari í Malaysia í bert 2 ár, og so ætla teir, at Anwar Ibrahim verður landsins forsætisráðharri við stuðli frá sínum fyrr mótstøðumanni, Mahathir Mohammed, ið tá leggur frá sær.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi