Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Svøríki ímillum stjórnir vinstru- og høgrumegin... við SD í miðjuni

Andøvsløtan | 16/09-2018 09:00

Svenska valið gjørdi Javnaðin størstan (27%), sum flestu meiningakanningar eisini vístu. Men henda fyrr so sterka fylking fekk sítt lakasta val í 100 ár.

(Javnaðurin helt Hitler uppi og longdi kríggið í 1 ár við svenskum kanónum, stáli og kúluleiðum, meðan Evropa bløddi út. Nokk um fascismu hesu ferð).

Moderaterna bleiv næst størstur (18%) eftir stavn-um-stavn metingar við Sverikes Dem (SD), ið bleiv 3. størstur við 17%, mest av miðlaútspilling.

Vinstri (reyði) blokkur fevnir Kommunistaflokkin (28 sessir), Tey Grønu (eisini ein sosialistisk sekt) 15 sessir. Við Javnaðinum hava tey tískil 144 sessir íalt.

Blái (høgri)blokkur er meiri eitt klútateppi við Mod 70, Centern 30, KrD 23 og Liberalu 19 sessum, íalt 142 sessir í Ríkisdegnum, 2 færri enn Reyði blokkur.

Reyði blokkur misti 15 umboð frá farna vali, men situr enn í stjórn við Løfven á odda, ið heldur fast um stjórnarvaldið við 2 fleiri sessum enn høgriblokkur.

Hesin við Ulf Kristerson, Mod-leiðara á odda, krevur nú svenska stýrisvølin!

175 sessir krevjast til tingmeiriluta, so Løfven restar 31 og Kristersson 33. Løfven hevur minni trupulleika at halda fram, enn Kristerson at fáa valdið.

Centern við 30 mandatum noktar blankt at skipa stjórn, ið hvílir á SD við 64 mandatum. “Skeri eg teg her, missi eg teg har,” man Moderat-leiðarin hugsa. Hann kann gera kvetti við at bjóða SD uppí, fáa meiriluta, men missa 30 Centern-stuðlar. Fellur KrD frá, missir bláiblokkur meirilutan, og Reyði ræður.

Veruleikin er, at SD hevur fingið ávirkan á svenskan politikk, um hann við blokkerandi atkvøðum letur blokkarnar báðumegin seg sigla sín egna sjógv.

Løfven er í tí knípu, at Vinstri fær Høgra og SD ímóti sær oftari enn øvugt. Fyri Reyða er SD meiri ein bremsa enn fyri Høgra. Løfven kann skáksigla eina tíð, men noyðist at útskriva val heldur fyrr enn seinni. Sama Kristersson.

Eru teir borgarligu ov erkvisnir og “fínir” til at vera í stovu við SD, mugu teir eta tað, teir hava havnað. Hvussu leingi 4 flokkar halda saman uttan SD.

Nú hava Moderaterna samráðst við Sos um at skipa meirilutastjórn um miðjuna, 4 mið-borgarligir flokkar og bert Sos (uttan Kommunistar). Tann rituelli heksadansurin um politiska valdið í Svøríki er byrjaður.

Løfven tekur neyvan av, uttan at hann sjálvur verður stjórnarleiðari ella fær hildniseið frá Kristersson um, at SD verður útilokað. So ræður Javnaðurin í miðstjórnini við sýtingarrætti, og teir borgarligu bukka og takka fyri heiðutin.

Tað mest ræðandi við svenska valinum var, at Rinkeby (ein “no-go-zone”) við risa meiriluta av islamskum íbúgvum gav Reyðablokki 90% av atkvøðunum.

Tískil hava Javnaður og Kommunistar (sum Dems í USA) áhuga í at fáa sum flestar islamar úr Miðeystri og Afrika til Svøríkis. Tað boðar ikki frá góðum.

Ein borgarlig yvirvág í eini møguligari samgongu við Sos maktar einki, og tað líðandi svenska sjálvmorðið heldur fram, nú ES skal byggja “savningarlegur” í Miðeystri og Norðafrika til at viðgera umsóknir hjá miljónum av landastrokum, ið søkja atgongd til ES. Tað verður galin endi – eisini her í Føroyum.

 


Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi