Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrispurningur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabandslógini

Politikkur | 18/09-2018 17:39

Tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar, vóru vit fleiri, sum royndu at vísa á vandan í at gera hjúnabandið kynsneutralt.

Vit vístu á, at tað fór at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verða orsøk til radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi.

Her varð latið upp fyri nøkrum, sum fór at broyta alla siðvenju og verða orsøk til eina mentanarkollvelting í Føroyum við álvarsligum avleiðingum fyri komandi ættarlið.

Og tað er sjón fyri søgn.

Tað frættist nú, at nýggj kynsneutral oyðubløð eru gjørd í samband við giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóðar, so eru heitini ”maður” og ”kvinna/kona” beind burtur og strikað av vígslubrævinum, sum parið fær, tá ið tey eru gift, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men ”maki 1” og ”maki 2”.

Tú fært teg næstan ikki at trúgva hesum og spyrt teg sjálvan, um endamálið veruliga er at viska burtur biologiskt kyn og fáa fólk at hugsa og tosa í kynsneutralum ”termum”!

Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni:

  • Er tað veruliga satt, at orðini ”maður” og ”kvinna” eru strikað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í sambandi við borgarligt giftarmál?
  • Er tað rætt, at í hjúnabandsbókini í staðin fyri ”kvinnan” og ”maðurin” nú stendur ”maki 1” og ”maki 2”, og at tey eisini skriva undir við hesum heiti?
  • Hvussu nógv ”pør” av sama kyni eru gift í Føroyum, síðan lógin varð broytt?
  • Hví skulu vígslubræv og hjúnabandsbók hjá øllum teimum mongu pørum við kvinnu og manni, sum giftast, verða kynsneutral, bara tí at kanska okkurt hendinga ”par” av sama kyni verður gift?
  • Hví verða ikki serlig oyðubløð gjørd til tey fáu, í staðin fyri at ein alstórur meiriluti skal diskriminerast á henda hátt orsakað av einum pinkulítlum minniluta?
  • Hvør myndugleiki hevur givið boð um at broyta hesi hátíðarligu oyðubløð á henda hátt?

Á løgtingi, 19. september 2018
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi