Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ferjuætlan fyri Føroyar

Politikkur | 18/09-2018 23:00

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum um ferjuætlan fyri Føroyar

1) Er ein ferjuætlan fyri Føroyar gjørd, við greiðum tilmælum og áramálum, sum politiska skipanin kann taka støðu til?

2) Í hvussu stóran mun kunnu vit standardisera ferjurnar, vit ætla at nýta í Føroyum í framtíðini, og skulu serligar íløgur og onnur átøk til, um vit fara hesa leið?

3) Hvør er ætlanin fyri Hestleiðina, sum í dag einans hevur tilkalling til ferju, sum røkir Sandoyarleiðina, sum fer í søguna, tá Sandoyartunnilin skjótt verður liðugur?

Seinnu árini er ein ovurhonds áhugi í politisku skipanini fyri tunlum og vit kunnu staðfesta, at tunlar hava skapt nógvar og stórar møguleikar, tí okkara lutfalsliga lítla oyggjasamfelag nýtur gott av, at fólkið, her býr, í stóran mun kann flyta seg frítt allan sólarringin og alt árið.

Tess færri eru tengd at ferjusambandi, tess færri kenna tað á egnum kroppi. Og mitt í tunnilsovfarakætinum tykist vera gloymt, at summar oyggjar helst ikki verða samanbundnar við tunlum, brúgvum og byrgingum – í øllum førum ikki í bræði, men verða oyggjar, sum vit framhaldandi fara at sigla til.

Vit hava ikki verið nóg støðug í okkara samferðslupolitikki, so at allar tær oyggjar, sum koma at verða bundnar av ferjusambandi, eisini hava góðar og tíðarhóskandi ferjur og góðar ferjuhavnir. Føroyar eru eitt oyggjaland, og tað skulu - umframt góða siglandi starvsfólkið hjá Strandfaraskipum Landsins - eisini vera góðar umstøður til sigling millum oyggjarnar; eisini í mun til avloysaraskip og spurningin um sigling við frakt.

Ferjurnar hjá Strandfaraskipum Landsins eru fleiri sera gamlar, og hóast tær eru góðar og hava roynst væl, so krevur nútiðar samfelagið heldur meira av eini tílíkari farleið, enn vit kunnu bjóða á fleiri støðum – eisini tá tað snýr seg um fakliga góðkenning av skipum. Skilagott hevði verið, um semja fæst um eina góða og málsøkna ferjuætlan, har vit gera regluligar íløgur í atløgupláss og havnir á oyggjum, eins og í ferjur, so vit innan eitt greitt áramál hava flutt okkum úr verandi støðu til eina virðiliga, hóskandi støðu, sum serliga vendir sær til teirra, sum enn búgva á leysum oyggjum og teirra, sum eru á veg út hagar. Reglusemi og túratal hava týdning. Og ikki minst eiga vit eisini at hugsa inn ferðavinnu.

Ein serlig støða er í Hesti, sum í dag nú einans hevur tilkallaðar túrar tengdar at Sandoyarleiðini, sum skjótt fer í søguna. Ynskiligt er at fáa greiða kunning um ætlanir, sum aftur kunnu stimbra lívið hjá teimum, sum búleikast í hesi oyggj og hjá teimum, sum ynskja at búgva har og ferðast millum bústað og arbeiðspláss ella lestrar- og lærupláss.

Tí verða hesir spurningar settir

 

Á Føroya løgtingi, 17.09.2018

Hanna Jensen Framsókn


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi