Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Politiska arvagóðsið eftir Obama bygdi á sand

Andøvsløtan | 23/09-2018 21:00

Tað løgna við politiska arvinum eftir Obama er, at tað hevur verið so lætt av mana hann í jørðina, skrivar amerikanski rithøvundurin David Harsanyi í The Federalist.

Tað kemst av, at Obama setti nógv av sínum politikki í gildi við fyriskipanum og ikki við lóggávu, tí hann fekk ikki undirtøku fyri sínum málum í Kongressini.

Eitt gott 1. dømi um stórmál, Obama lumpaði og lirkaði ígjøgnum uttan at spyrja lóggávutingið í USA, var atomavtalan við Iran, ið gav islamska prestastýrinum í Tehran loyvi til seinni at menna kjarnorkuvápn, byggja langtberandi missil og at tiðna $ 150 mia (= 1.000 mia kr) í altjóða bankum til at fíggja yvirgang kring heimin.

Trump tørvaði bert at seta hesa, sum frá líður, lívshættisligu atomavtalu við ta púra óálítandi islamsku stjórnina í Iran út gildi við einum pennstroki. Og tað gjørdi hann.

2. stórmál hjá Obama var Obamacare, almenna heilsunýskipanin, ið bleiv trýst ígjøgnum eina sunnunátt við bert demokratiskum atkvøðum, uttan at republikanski flokkurin og Kongressin sum heild hevði havt høvi til at viðgera hesa risa kollvelting.

Henda heilsuskipan hevur virkað so illa, at bert fá øki eru eftir, har fólk brúka hana. Hon hevur verið stak ópopuler, tí hon byggir á tvingað gjald og heilsuviðgerð, uttan at fólk sluppu at behalda sínar læknar og sjúkrahús, sum Obama lovaði, men sveik.

Trump royndi at geva Obamacare mønusting við lóg, men vantaði eina senats-atkvøðu í, tí at svíkurin John McCain gekk frá sínum egnu vallyftum og atkvøddi ikki. Annars kunnu amerikanar ugga seg við, at Obamacare skjótt doyr sjálvdeyðan.

3. stórmál hjá Obama er París-avtalan um, at USA rindar heimsins bandittstatum $100 mia árliga til at mutra egnar politikarar. Stórslúkar av kolvetni (mest koli) og framleiðarar av CO2 sum Kina og India skuldu einki gjalda tey fyrstu 12 árini.

Donald Trump segði París-avtaluna upp við einum pennastroki.

4. stórmál var, hvussu Obama sníkti sær undan at halda lóg og rætt um ólógligar innbrótarar í USA. Hann setti í gildi DACA-skipanina, ið seinkaði viðgerðini av umsóknum um uppihaldsloyvi hjá100-túsundtals útlendingum til eina ferð seinni.

Nú roynir Donald Trump at forða 3-heimsgerðini av USA við at fáa $23 mia játtaðar á fíggjarlógini til at byggja múrin móti Mexico, men Democrats sabotera.

Vónandi klárar Trump hetta bragdið eisini, og so er einki av Obama-arvinum eftir, tí skattalættin til øll og vinnulóggávan hava 2-faldað búskaparvøksturin í USA.  

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi