Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Menningarkvotan í Vestmanna í vanda

Fiskivinna | 22/09-2018 00:17

Okkurt tíður uppá, at útlendski eigaraluturin í Vestmanna kann gerast ein forðing fyri at menningarkvotan verður útluta til Vestmanna Fiskavirki.

Vestmanna Fiskavirki fekk tilluta menningarkvotu fyri einum mána siðan. Vit hava hugt eitt sindur eftir hesum.

Vestmanna Fiskavirki er 100% dóttirfelag hjá Vestmanna Seafood. Ein av eigarunum av Vestmanna Seafood er Nordic Seafood í Hirtshals.

Fyrr í ár avgjørdi Vørn, hvussu útlendskur kapitalur skuldi tulkast. Tað var í málinum um útbyggingina av Kósini. Tá var niðurstøðan, at tað ikki var loyvt útlendskum felag at hækka kapitalin við sama relativa parti sum føroysku eigararnir hækkaðu kapitalin. Tann avgerðin varð kærd til Fiskimálaráðið, sum staðfesti avgerðina hjá Vørn. Út frá hesum kunnu vit so siga, at feløg við útlendskum kapitali kunnu ikki koma inn í fiskivinnuna sum nýggir aktørar.

Síðan aftur til Vestmanna. Vestmanna Fiskavirki er ikki aktørur í fiskivinnuni á sjónum. Tí er talan um nýggjan aktør.

Í skrivi til Ocean Group Faroes, datera 16 september í ár sigur fiskimálaráðið: Í hoyringssvarinum verður gjørt vart við broytt…. Víðari skrivar Fiskimálaráðið: Nevndin metir ikki, at ….viðurskifti galdandi fyri ultimo juni 2018 kunnu takast við í teirra viðgerð av umsóknum, har umsóknarfreistin var 28. mai 2018. Nýggju tølini broyta ikki við støðuna, sum hon var pr. 28. maj 2018.

Út frá hesum sæst, at tað er greitt, at avgerðandi dagurin er 28 mai. Tað er dagurin, sum var seinasta freist at søkja um menningarkvotu. Tí er avgerðandi, at øll viðurskifti, sum hava tídning eru lokin hendan dag og ikki aftaná.

Vestmanna Seafood og Vestmanna Fiskavirki høvdu aðalfund 19 juni. Tað eru 3 vikur aftaná at umsøknir um menningarkvotur eru innlætnar.

Vit síggja í roknskapinum hjá Vestmanna Seafood, at teir eiga 100% av partapeninginum í Vestmanna Fiskavirki. Somuleiðis síggja vit, at Jens Peter Clausen hevur skriva undir roknskapin. Somuleiðis er eingin viðmerking um at nøkur broyting er farin fram frá 31/12-2017 til grannskoðarin undirskrivar roknskapin 19 juni. Annar leggja vit merki til, at aðalfundurin er hildin sama dag sum grannskoðarin hevur undirskriva roknskapin, uttan at tað tó behøvist at týða nakað.

Út frá hesum upplýsingum sær tað tí út til, at Vestmanna Fiskavirki ikki hevur rætt til at fáa útlutað menningarkvotu. Menningarkvotan, sum játta er, skal sambært hesum takast aftur.

MEN! Vit hava tó hoyrt at okkurt um at útlendsku eigararnir skulu verða keyptir út. Men tað vit hava hoyrt er frá øðrum og tí ikki so lætt at meta um. Tó hava vit hugt nærri og leita eitt sindur.

Vit funnu hjá Skráseting Føroya skjal, sum vísur, at føroysku eigararnir av Vestmanna Seafood hava stovna eitt felag, sum eitur Sp/F V.F. Holding og er tað stovna 25/5-2018. Endamálið er millum annað at eiga partabrøv.

Vit síggja eisini, at 28/5 fer Jens Peter Clausen frá sum nevndarlimur í Vestmanna Fiskavirki og ein føroyingur kemur inn í nevndina. Tað tíður uppá at okkurt er hent.

Vit hava frætt, at japansku eigararnir ikki vóru glaðir fyri alt sum er hent. Tí verður spurningurin um tað frá 25/5 til 28/5 hevur eyðnast at keypa útlendsku eigararnar út.

Hevur ósemja verið um hetta, so er tað ikki møguligt at avgreiða hetta uppá 3 dagar. Er semja um hetta, so ber tað til.

Havandi í huga, at hetta er áðrenn umsókn um menningarkvotur skuldi latast inn, so er hetta rættuliga áhugavert.

Vit spurdu um hetta hjá Fiskimálaráðnum. Teir upplýstu at málið sorteraði undir Vørn. Vit tosaðu við Vørn í gjár og fyrradagin. Tað var ikki okkara fatan, at tey vistu, at dagurin 28/5 er avgerðandi dagurin. Skeringsdato verður tað onkuntíð nevnt.

Tað ber ikki til uttan víðari at datera keypa aftur í tíð.

Vit hava sent Vørn umbøn um innlit í hvat dato VF Holding hevur keypt partabrøvini í Vestmanna Fiskavirki. Men tað fingu vit ikki upplýst, hóast vit hava ringt fleiri ferðir. Tað er ikki okkara uppfatan, at Vørn hevði hugsa um, at skeringsdato 28/5-2018 hevði tídning. Tað er heldur ikki okkara fatan, at Fiskimálaráðið hevði hugsa um hetta.

Sum vit skiltu fyrrapartin í gjár, so var loyvið til menningarkvotur til Vestmanna Fiskavirki ikki útskriva.

Sjálvandi er tað óalmindiliga óheppið um menningarkvota ikki kann útlutast til Vestmanna. Men um so er, so kann menningarkvotan útlutast øðrum umsøkjara. Tað vóru fleiri umsøkjarar, sum, sambært metingarnevndini  høvdu umsókn sum kundi fingið menningarkvotu, men tað var ikki nóg mikið av kvotu at útluta.

Vit fara sjálvandi at fylgja upp í hesum máli. 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi