Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri 6.500 kr
Uppboðssøla av seyði úr Gómansskor var í Vestmanna í dag. uppboðssølan varð hildin uttan fyri ítróttarhøllina.
Fyri viku síðani vóru vestmenningar í Góðmansskor eftir veðrum. Teir høvdu slept 22 niður, men fingu bert 19 aftur, tá farið varð aftur í skorðina.
Vanliga sleppa teir veðrum niður í skorina í mai og fara eftir teimum um hálvan september. Tá fullmannað er, eru 15 mans við í skipanini, men hesa ferð vóru teir 12, sum vórðu sleptir niður. 5 seyðir vórðu sleptir niður sum feli, meðan hinir vóru kenningarseyðir.
Tríggir veðrar vóru seldir á uppboðsøluni, tveir livandi veðrar og so ein, sum var limaður sundur.
Soleiðis gekk uppboðsølan: Trý veðrahøvd fóru fyri 300 kr., síða+bógvur fór fyri 750 kr., veðratjógv fór fyri 900 kr., morreyður veðrur fór fyri 4.400 kr., trý veðrahøvd fóru fyri 600 kr., síða+bógvur fóru fyri 900 kr., heilur ryggur fór fyri 1.200 kr., veðratjógv fór fyri 900 kr, og hvítur veðrur fór fyri 6.500 kr.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur