Russari skuldsettur fyri njósning í norska Stórtinginum
“Vit hava havt illgruna um, at russarar, kinesarar og onnur lond hava fregnartænastuvirksemi í Noreg," sigur Erna Solberg, forsætismálaráðharri.
Ein russiskur ríkisborgari er varðhaldsfongslaður í Noreg í tvær vikur, skuldsettur fyri ólógligt fregnartænastuvirksemi í sambandi við eina lítla ráðstevnu, sum var í Stórtinginum. Tað upplýsir Politiets sikkerhetstjeneste (PST) fyri tíðindastovuni NTB.
“Eg kann vátta, at fongslingin hevur samband við eina lítla ráðstevnu í Stórtinginum,” sigur samskiftisleiðarin hjá PST, Trond Hugubakken við NTB.
Stjórin í Stórtinginum, Marianne Andreassen, váttar, at ein hending er farin fram í Stórtinginum, sum PST nú kannar.
Norski forsætismálaráðharrin, Erna Solberg, sigur, at tað órógvar hana, at fregnartænastuvirksemi skal vera farið fram inni í Stórtinginum.
“Eg kann ikki úttala meg um eitt einstakt mál, og tað er alt ov tíðliga at siga, um hetta kann fáa avleiðingar fyri samskiftið millum Noreg og Russland. Vit mugu lata kanningina av málinum ganga sína gongd,” sigur Erna Solberg.
Men tað kemur ikki óvart á hana, at fregnartænastuvirksemi fer fram í Noreg.
“Vit hava havt illgruna um, at russarar, kinesarar og onnur lond hava fregnartænastuvirksemi í Noreg. Tey samla saman upplýsingar sum hava teirra áhuga, og tað kemur ikki óvart á okkum, at onkur ger hetta,” sigur Erna Solberg.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur