"Vit sóknast eftir monnum!"
Húsakórið sóknast eftir monnum.
Føroyska kórið í Keypmannahavn, Húsakórið, sóknast í løtuni eftir mannligum sangarum, av tí at nakrir av okkara sangarum eru fluttir heim til Føroya í seinastuni.
Um tú ert áhugaður, er tað ikki neyðugt, at tú hevur royndir av at syngja í kóri.
Vit hava tað dugnaligu Tóru Vestergaard sum kórleiðara og eru í løtuni umleið 40 virknir sangarar. Vit hava eina fjølbroytta sangskrá, har stórur partur eru føroyskir sangir.
Húsakórið er kent fyri sín sociala felagsskap. Vit miða eftir at verða eitt gott kór - men eisini, at tað skal vera stuttligt og stimbrandi at vera við í Húsakórinum. So um tær dámar at syngja, kanst tú venda tær til nevndina hjá Húsakórinum: nevndin@husakorid.dk Soleiðis skrivar Húsakórið á facebook.
Húsakórið heldur til í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur