Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Pedagogfelagið heitir á kommunal politikkarar um at raðfesta børnini hægri

Innanlands, Politikkur | 26/09-2018 13:00
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelag Føroya

Sum áður víst á í greinini: “Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini”, so hava kommunurnar um alt landið, sambært Hagstovuni, játtað ein starvsfólka-tíma færri í miðal um vikuna til hvørt barn seinastu 10 árini á dagstovnum í Føroyum. Hetta skrivar Føroya Pedagogfelag á heimasíðu síni.

Hvønn týdning hevur EIN tími?

Fyri ein dagstovn verða starvsfólkatímar vanliga játtaðir í mun til talið av børnum á stovninum. Fyri ein vanligan dagstovn við umleið 80 børnum merkir tað, at tvey til trý starvsfólk í tímum eru spard burtur í miðal hesi 10 árini.

Hetta merkir sjálvsagt, at tað eru færri tímar til verandi starvsfólk. Færri tímar merkir slakari fyrireiking, torførari verður at “dekka” skemaði við starvsfólkum, og tí verða tey eisini meira einsamøll við børnum í alsamt fleiri tímar av arbeiðsdegnum.

Hetta ber sjálvsagt ikki til. Barnsins vælferð má ikki verða spard soleiðis.

Føroya Pedagogfelag hevur leingi víst á tørvin á einum játtanarlykli. Tað er neyðugt at kunna staðfesta hvussu nógv tíð hvørt einkult barn hevur krav á at fáa. Tað hevði stuðlað uppundir tryggari viðurskifti hjá starvsfólkum, men so sanniliga eisini grundleggjandi styrkt um trygdina og góðskuna hjá hvørjum einkultum barni.

Uttan greitt ásetta TÍÐ ber ikki til at skipa eitt trygt, mennandi og barnavinarligt umhvørvi.

Tølini omanfyri undra okkum í Føroya Pedagogfelag. Stovnar boða frá teprum játtanum, har tað ikki er rúm fyri sáttmálaásettu fyrireikingartíðini hjá starvsfólkum til dagliga virksemi. Eitt annars klokkuklárt krav í semjuni frá 2012.

Um nakað, so eru uppgávurnar seinastu 10 árini á stovnunum einans blivnar fleiri, meira fjøltáttaðar, og torførari at loysa. Til dømis kann nevnast broytingarnar á kommunala økinum í 2006, tá børn við serligum tørvi vórðu løgd út til kommunurnar at umsita, tó uttan at tað sýnast sum um, at hægri játtan hevur fylgt teimum broytingunum til starvsfólkaøkið.

Niðurstøðan Pedagofelagið tí kemur til er, at dagstovnaøkið er niðurraðfest síðstu 10 árini.

Hetta meðan kommunukassarnir standa til at bresta.

Tíðin er komin hjá kommunalum politikkarum at geva børnum í okkara landi hægri raðfesting. Um øll børn skulu hava bestu møguleikar at mennast, so er neyðugt at raðfesta góðar og tíðarhóskandi dagstovnar, og geva børnunum minst EIN tíma meira um vikuna – heldur enn ein tíma minni.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi