Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Rumenski ungdómurin rýmir úr landinum

Andøvsløtan | 07/10-2018 18:30

Stóra landið norðaliga á Balkan hevur fingið ta stóru avbjóðing, ið eyðkennir lond í menning í hesi globalu tíð uttan landamørk, at ungdómurin flytir til vælferðarlond við betri møguleikum. Borgarar í Schengen kunnu gera hetta.

Tað tykist fyri okkum tilkomnu so stutt síðan, at rumenska fólkið um jóltíðir 1989 reisti seg sum eitt grunnbrot upp ímóti kommunistiska einaræðinum og skolaði harðskapin út á søgunar gloymskuhav. Mong ung kenna ikki søguna.

Uppreistrarfólkið brúktu sama miskunn- og rættarloysi til at døma og gera av við hjúnini Nicolai og Elenu Ceausescu, ið hesi høvdu brúkt til at kúga og beina fyri túsundum. Sum í flestu marxistiskum londum við sosialistiskum planbúskapi var eingin moralur eftir til at tálma harðskapin og korruptiónina.

Avísin Adevarul í Bukarest skrivaði herfyri um trupulleikan, ið Rumenia hevur við at halda sínum ungdómi heima til at byggja landsins framtíð. (Sami vandi, ið hóttir Føroyar o.o. smá ella ábær útjaðaralond í búskaparligum mótburði).

Rumenia er ES-land, hevur egið gjaldoyra til at føra egnan búskaparpolitikk. Júst ES-limaskapur ger, at mørkini eru opin, so 1000-tals rumenar, tíverri eisini “roma” (sigoynarar), tysja inn í Evropa og økja kriminalitetin í stórum.

Rumenia er 230.000 km2 (næstan sum Bretland) við 20 mió íbúgvum. Veturin er kaldur og summarið heitt (meginlandsveður). Miðal ársinntøka pr íbúgva er lág eftir evropiskum máti, bert $13.000 (= 1/3 av tí føroyska).

Landið hevur tikið seg nógv fram síðan sosialismuna. Búskaparvøksturin hevur ligið yvir 5%. Men fólkaræðið er veikt og sosialir munir stórir, tí tað tekur tíð hjá fyrr kommunistiskum landi at innføra demokrati og marknarbúðskap.

ES-hagtøl vísa, at 20% av landsins íbúgvum 20-64 ár (2,3 mió) eru rýmd til ES, væl meiri enn lond sum Litava, Portugal og Kroatia hava mist (14-15%).

Adevarul kallar hetta eina vanlukkustøðu. Tey fyrstu, ið fluttu vesturum eftir sosialismuna at finna fyrifallandi arbeiði, vóru ófaklærd og vendu heimaftur. Men tey ungu, ið flyta úr Rumenia í dag, eru faklærd og útbúgvin.

Avísin førir fram, at landsins politikarar lata bert standa til. Advarul endar støðulýsingina við at vóna, at tey ungu, væl lærdu eru somikið góð við sítt gamla móðurland, at tey senda pening heimaftur til familjuna, ið eldist.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi