Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Sólskinssøga í Suðuratlantshavi

Andøvsløtan | 07/10-2018 17:45

Í summar varð South Georgia í Suðuratlantshavi alment lýst at vera rottufrí.

Hetta er bretskt oyggj, ið liggur í eystur og vestur ímillum Kap Horn í Suður-amerika og Kap Góðvón í Suðurafrika eitt vet norðari enn Falklandsoyggjar.

Oyggin er til støddar sum tær smærru í heiminum, einar 170 km í longd og 15 km í miðal breið við nógvum firðum á suður- og norðursíðu, einar 2.500 km2 til víddar, altso knapt dupult so stór sum Føroyar.

Hægsti fjallatindur, Mount Paget, er einki minni enn slakar 3.000 m høgur.

Hevði Sth Georia ligið norðari ella í flógvum havstreymi, búðu helst fleiri fólk har enn tey bert 20, ið gera vísindaarbeiði ella verja bretskan yvirvaldsrætt. Oyggin køld og kavaklødd frá apríl til november, ið er vetur har suðuri.

Einasta búpláss er Grytviken, har tey flestu av teim bert 20 fólkunum búgva. Grytviken ljóðar heilt norskt, tí at norðmenn grundløgdu bygd, havn og skipa-smiðju har, tá teir róku stórhvalaveiði á oynni til langt upp í 20. øld.

Við hvala- o.ø. bátum úr ymsum londum kom rottan til oynna, og hon nørdist upp í ótaldar miljónir, tí nógvur matur var, bæði stórhvalaleivdir og eitt yðjandi dýralív, selur av alskyns slag og fuglameingi eisini í miljónum.

Rottan vann, og skjótt hevði skaðadýrið gjørt av við flestu fuglasløg sum í fleiri føroyskum fuglabjørgum, hóast pingvinir og kópur livdu eftir. Búfuglurin fekk ikki vart seg, tí rottan gnagaði seg inn í egg og ótu pisur hvørt vár.

Í 2011 søgdu bretskir fuglavinir vell. Tey savnaðu pening til oyðingarútgerð, sleptu tons av rottukrúti úr flogførum yvir alla oynna, ið tey í hópatali síðan fínkembdu til gongu. Kríggið móti skaðadýrunum varaði í 8 ár.

Í fjør eftirkannaðu fólk hjá Sth Georgia Heritage Trust úrslitini av tí miðvísu týningini. Tey brúktu serligar rottuhundar úr Nýsælandi og 4.600 leitingar- og kanningartól fyri at tryggja, at hvørki rottu- ella músakykt var at finna.

Eftir bert 2 árum eiga longu milliónir av smáfuglum og størri sjófuglum, eitt nú súlukongi, aftur á Sth Georgia. Støðugt eftirlit verður nú við oynni, tí bert ein kviðin rotta á oynni hevði verið nóg mikið til at byrja alla ringrásina umaftur.  

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Sjálvstýri havt ársfund
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Terje hugleiðir um almennan og privatan kappróður.
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi