Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tvístøða (41) - Øll sendingin

Tvístøða | 05/10-2018 15:29
Harry Knudsen, Tóri Højgaard, Arni Zachariassen og Sunneva Mohr

Kjaksending við Harry Knudsen, Sunnevu Mohr og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.

Spurningur 1: (3:25) "Sambært einari svenskari kanning tosa 46% av børnum við mammu sína tá ið tey eru kedd. 22% tosa við ein vin, 17% hava ongan at tosa við og einans 7% tosa við pápa sín. Tað vil siga, at tað eru 10% fleiri børn, sum heldur ongan tosa við, enn pápa sín. Hvat heldur panelið um tað? Hvussu man støðan vera í Føroyum? Og hvussu kunnu svenskir pápar - og kanska føroyskir - fáa eitt betri samband við síni børn?"

Spurningur 2: (20:25) "Kim Larsen doyði fyri nøkrum døgum síðani av krabbameini í bløðruhálskertlinum, ella prostata sum tað eitur. Fyrr í ár komu tøl í Bretlandi fram, sum vístu at fleiri menn doyggja av krabbameini í prostata enn kvinnur doyggja av bróstkrabba. Hóast hetta fær gransking í bróstkrabba fýra ferðir so nógva fígging enn gransking í krabbamein í prostata. Kann tað vera tí at tað er lættari at biðja fólk fígging til nakað, sum sær vakurt og tølandi út? Ella tí fólk náttúrliga ella mentanarliga hava størri samkenslu við kvinnum enn monnum? Hvat heldur panelið um hetta?"

Spurningur 3: (35:10) "Eg eri ein fráskild mamma. Hóast hjúnaskildnaðin hevur lívið gingið væl, eg fekk skjótt bæði eitt gott arbeiði og nýggjar vinir. Fyri stuttari tíð síðani møtti eg einum fittum manni og vit gjørdust par, hann er eisini fráskildur og eigur børn. Parlagið er gott, men tað er tó eitt øki ið fer meg at stúra: Pengar. Hann dugir illa við pengum, og hevur ikki havt fast arbeiði í longri tíð. Hann hevði egna fyritøku fyri nøkrum árum síðani, men búskapurin og samfelagið broyttust og fyritøkan fór av knóranum. Síðan hevur hann havt okkurt smávegis arbeiði her og der, men einki fast. Nú ein dagin spurdi hann meg, um vit ikki skulu flyta saman. Eg havi skapt mær eitt gott lív. Eg livi ikki í luksus og havi onga skattakistu fulla av pengum, men eg havi nóg mikið! Sjálvt um tankin um at búgva saman er lokkandi, so er tað samstundis ræðandi at hugsa um at eg kanska skal forsyrgja honum restina av lívinum, hvat halda tit?"


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi