Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Landsmyndugleikar taka ikki ábyrgd

Innanlands, Lesarabrøv | 08/10-2018 16:00

Á altjóða eldradegnum fríggjadagin helt Marin Katrina Frýdal røðu um bústaðartørvin hjá teimum eldru. Hon helt ikki, at landsmyndugleikarnir hava tikið málið um bústaðartørvin í nóg stórum álvara. Her er røðan í fullari longd:

“Bústaðartørvurin skal nøktast. Vit taka um endan”, soleiðis siga vit í samgonguskjalinum, sum vit løgdu fyri dagin, tá ið vit sum nýggj býráðssamgonga tóku við á nýggjárinum í fjør. Hetta hevur eisini størstu raðfesting í arbeiði okkara. Vit løgdu fyri við at lýsa tørvin, tí vit vilja vita og ikki gita. Eitt stórt greiningararbeiðið er gjørt við spurnar- og tørvskanningum, framskrivingum o.s.fr. 

Tað er ein sannroynd, at vit hava ein stóran íbúðartørv í kommununi. Men hví og hvussu er hann íkomin? Hetta er ikki so einfalt at svara uppá ella at skilja hvussu tað er íkomið og hvussu tað skal loysast.

Sjálvandi átti kommunan í nógv størri mun at slóða fyri at veita lendir til fjølbroytta bygging. Vit tóku tí stig til at gera ein bústaðarpolitikk við eini kanning, ið lýsir, hvør tørvurin er, hvussu nógv skal byggjast hvørt ár, og hvat slag av býlum skal byggjast. 

Landsmyndugleikarnir taka ikki ábyrgd

Vit halda ikki at landsmyndugleikarnir hava tikið málið í nóg stórum álvara. Landsstýrið átti at gingið á odda at lýst málið og tikið ábyrgd av almenna leiklutinum og at skapt fortreytirnar fyri einum vælvirkandi marknaði, hetta gerst ikki við at gita, men skal gerast á væl lýstum grundarlagi.

Í mun til okkara grannalond eru vit lítið lógarskipað á bústaðarmarknaðinum, tak t.d. Airbnb, bústaðarskyldu, býlisstuðul til tey sum eru ringast fyri, heimild at langtíðarleiga lendir til bygging o.s.fr.

Vit hava áhuga í og brúk fyri, at fólk flyta aftur til Føroyar at búgva. Sjálvandi er tað uppgávan hjá landsmyndugleikunum at skapa karmarnar, fortreytirnar, lógir og regluverk fyri bæði kommunalum og privatum íkasti. Og neyðugari almennari bygging av bústøðum til eldri, ung og fólk við serligum tørvi. Skapar landið tær neyðugu fortreytirnar, skal marknaðurin ivaleyst loysa sín part av málinum. 

Men vit løgdu til brots og fóru í gongd innanfyri teir karmar, okkum eru givnir, ella tað, sum vit, sum kommuna, hava heimildir til.

Vilja búgva í høvuðsstaðnum

Hetta er sanniliga ein gleðilig uppgáva at loysa fyri framman. At føroyingar o.o. vilja búgva í Føroyum. Fráflytingin er broytt til fólkavøkstur. Hetta er ómetaliga gott, og skapar nakrar spennandi avbjóðingar.

Havnin er eins og aðrir høvuðsstaðir í tí støðu, at tey flestu vilja búgva her. Sum høvuðsstaðarkommuna mugu vit ganga á odda til tess at finna loysnir á bústaðarøkinum. Í hesari tilgongd ynskja vit eina burðardygga býarmenning, har rúm er fyri øllum, har vit tætta býin við at gagnnýta býin skynsamt. Framrokningar vísa á, at fólkatalið støðugt fer at vaksa komandi árini. Samstundis vita vit, at lutfalsliga nógv eldri fólk vera í framtíðini. Hendan gongdin fer væntandi at halda fram komandi árini. 

Skulu fólk støðast og fólkasamansetingin rættast uppaftur, skulu fleiri ung flyta heim og færri av landinum. Skulu tilflytarar trívast, mugu vit menna Tórshavnar kommunu. 

Tórshavnar kommuna er lestrarbýur, og fyri at kunna bjóða ungum lesandi góð viðurskifti, mugu bústaðir vera til teirra. Tað er umráðandi , at kommunan setir sær nøkur bústaðarpolitisk mál um at halda fast í teimum ungu og vera dragandi fyri tey, ið búgva uttanlands. Hesum arbeiðir kommunan við í Kommunuætlanini og í Miðbýarætlanini, har m.a. uppskot og átøk um at menna mentanarøkið, frítíðarøkið, barnaansingarøkið, eldraøkið og skúlaøkið verða greinað. 

Hetta er eisini í tonkunum hjá ungum fólki, tá ið tey velja at búseta seg í høvuðsstaðnum. Hetta er tilsamans grundarlag fyri eini fjølbroyttari kommunu, at kommunan er virkin og vakin, at íbúðir eins og mentanar-, heilsutilboð o.s.fr. eru til okkum øll, uttan mun til, hvar á lívsskeiðinum, vit eru stødd.

Tíma ikki at vera húsavørður í egnum húsi

Vit síggja, at flytimynstrið broytist støðugt, har tað vísir seg, at fólkið flytur alsamt meiri millum ymisku bústaðarsløgini í mun til fyrr, tá fólk setti búgv í lívslanga bústaðnum, sum aloftast vóru eini sethús og har tú búði fyri lívið. 

Í kanningini undir bústaðarpolitikkinum sigur fjórði hvør seg ynskja sær eina leiguíbúð. Tey eldru vilja úr sínum stóra húsi í eina leiguíbúð, tey tíma ikki longur at vera húsavørður í sínum egna, stóra og tóma húsi. Tey vilja liva lívið, ferðast, lesa, ríka seg við øllum mentanartiltøkunum, sum eru í býnum, vera um barnabørnini, koma saman o.s.fr. 

Okkara eldru borgarar hava tørv á ymiskum bústaðarloysnum. Valmøguleikin eigur sostatt ikki at vera millum eini stór sethús ella eitt pláss á røktarheimi, og í dag finnast ov fáar millumloysnir. 

Leiguíbúðir

Fáir bústaðir verða bodnir fólki at leiga. Tað almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, ger leigubústaðir, og tað fegnast vit um. Men tey megna ikki einsamøll at nøkta allan tørvin. Tí vilja vit eisini hava aðrar loysnir. 

Kommunan hevur ikki heimild til sjálv at byggja, tí vilja vit taka leiklutin sum slóðari at savna partarnar saman í eitt vælvirkandi samstarv um at útvega bústaðir til allar aldurs- og málbólkar. Vit tóku tí stig í fjør til eina fundarrøð við ymiskar partar, sum vit hildu kundu leggja eitt klípi í varðan fyri at loysa stóru uppgávuna. Vit høvdu fundir við íleggjarar, fakfeløg, arbeiðstakarar, tryggingar, peningastovnar, ráðgevandi- og arkitektafeløg o.s.fr. Allir partar løgdu sína áskoðanir fram um hvat, tey halda, skal til, til tess at byggja, fíggja ella umsita leigubústaðir. Hetta er at bróta burturúr nýggjum, nógv kom á borðið, viljin skortaði ikki og ein jaligur andi valdaði. Ein partur av bústaðarpolitikkinum tekur støði í hesum. 

Eftirspurningurin eftir ymsu bústaðarsløgunum skal nøktast - arbeiðið at fáa fjøltáttaða bygging verður sett í verk. 

Bústaðarpolitikkurin samtyktur

Í summar samtykti býráðið so tann endaliga bústaðarpolitikkin fyri Tórshavnar kommunu. Bústaðarpolitikkurin er ein langtíðarætlan, ið lýsir bústaðartørvin í kommununi. Politikkurin er okkara amboð at stýra býarmenningini, soleiðis at bústaðarmøguleikarnir í kommununi verða nøktandi, og at karmar verða gjørdir, ið framtíðartryggja hesa menning. Tað er burturúr politikkinum, at bústaðarverkætlanir skulu spíra.

Verkætlanir ávegis

Tann 22. mai í ár varð fyrsta verkætlanin boðin út. Hetta var íbúðarbygging á Frúutrøð. Hendan verkætlanin er ein blandingur millum eigara- og leiguíbúðir. Hóast stórur áhugi er ímillum samtøk við arbeiðstakarum, íleggjarum o.ø. bjóðaði tó eingin uppá hesa verkætlan, og tí verður nú arbeitt víðari við at tillaga verkætlanina og síðani at bjóða hana út aftur.

Á síðsta býráðsfundi, tann 27. sep.,varð næsta verkætlan boðin út sum søla av lendi til at byggja leiguíbúðir á undir Kongavarða. Hesar íbúðir koma at standa innflytingarklárar í 2021.

Aðrar stórar búðstaðarætlanir sum vit arbeiða við, eru Stórabrekka í Hoyvík, har tað í løtuni verður arbeitt við verkætlanini m.a. um hvat slag av bústøðum talan verður um. Undir Fjalli er eisini komið langt, har ætlanin er at byggja íbúðir, dagstovn og eldraheim uppat hvørjum øðrum. 

Annars eru nógvar ymiskar aðrar bústaðarbyggingar í kommununi, við bæði raðhúsum, íbúðum og sethúsum, men tað eru einamest eigarabústaðir, ið verða bygdir. Vit hava tí enn avbjóðingar við at fáa fleiri leigubústaðir í kommununi. Í dag er tað einans bústaðarfelagið Bústaðir, ið byggir bústaðir til leigu, men tey megna ikki at lyfta uppgávuna einsamøll. Tí er týdningarmikið, at vinnan eisini gerst partur av hesum øki, og kommunan raðfestir tí høgt at ganga á odda og at leiða arbeiðið við at fáa fleiri leigubústaðir í kommununi.

Fólkatalið veksur støðugt

Framrokningar vísa á, at fólkatalið støðugt fer at vaksa komandi árini. Samstundis vita vit, at lutfalsliga nógv eldri fólk vera í framtíðini. Henda gongdin fer væntandi at halda fram komandi árini.

Vit eru nú oman fyri 21.000 íbúgvar í Tórshavnar kommunu. Fyri fáum árum síðani var býtið á bústaðarsløgum í kommununi ógvuliga eintáttað. Í dag er hetta býtið meiri fjøltáttað. Men tó hava vit alt ov fáar íbúðir, serliga leiguíbúðir. 

Fleiri bústaðir skulu byggjast, og eitt breitt útboð av bústøðum til ymsu støddirnar á húskjum og ymsu aldurs- og inntøkubólkarnar skal tryggjast.

Gráa gullið

Í eldra aldursbólkinum eru fólk, sum hava tørv á ellis- og røktarbúplássi, og fólk, ið hava tørv á einum minni bústaði, tá ið sethúsini eru vorðin ov stór. Út frá tí sannroynd, at tað verða fleiri og fleiri eldri fólk í kommununi, er Tórshavnar kommuna farin undir at skipa eina verkætlan, sum miðar ímóti at lýsa tørvir og møguleikar, sum verða grundarlag fyri eini langtíðarætlan til tess at útvega hóskandi bústaðir og røktarbúpláss til eldri borgarar komandi árini. Raðfestingin hjá kommununi er at útvega pláss til tey, sum hava bráðneyðugan tørv á ellis- og røktarheimi. Kommunan ynskir eisini at stuðla undir bygging av vanligum bústøðum, harvið eisini eldravinarligum bústøðum, men hetta er ein uppgáva, sum kommunan letur felagnum Bústaðir og privatu byggivinnuni.

Tað hevur týdning, at tað er javnvágur millum ættarliðini, tí tað er bæði gott, gagnlig og tað mest náttúrliga. Í einum framkomnum samfelag, har tey eldru gerast fleiri og fleiri, er tað týdningarmikið, at tey eldru hava tað gott og eru væl umboðað allastaðni, har avgerðir verða tiknar. Tey eldru er ein týdningarmikil partur av samfelagnum. Vit ynskja, at eldra ættarliðið skal kenna seg væl.

Eyðvitað er ungdómurin framtíðin, men tey miðal aldrandi og eldru eru kjølfestið í samfelagnum. Tey eldru eru staðbundin, meðan tey flestu ungu – av góðum og natúrligum ávum – flyta bústað nakrar ferðir t.d. skúla, lærupláss og búseting.
Við árunum koma lívsroyndir og vísdómur, og júst hetta er lívsneyðugt hjá eini kommunu, ið er so ómetaliga nógva meira, enn bert løtan í dag.
Tí er so sera umráðandi, at vit koma saman til gaman og álvara, at vit ikki sita sum gíslar í stórum húsi, sum eru ov stór og ov tung at røkja. 

Marin Katrina Frýdal
Forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi