Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kristianna Winther Poulsen: Altjóða Sálarheilsudagur 2018

Innanlands, Lesarabrøv | 10/10-2018 10:00

10. oktober er altjóða dagur fyri sálarheilsu. ST stuðlar degnum, sum varð hildin fyri fyrstu ferð í
1992. Endamálið við degnum er at upplýsa um sálarheilsuligar avbjóðingar kring heimin og at
fremja meira opinleika um sálarheilsu og um sálarsjúku.


At fara út til Árna’ varð sagt um fólk, sum fingu viðgerð á ’Statshospitalinum’, sum Psykiatriski
depilin varð umrøddur, tá eg var barn og ung. Annars vórðu ikki nógv orð skift um sálarliga líðing
og týdningin av eini góðari sálarheilsu. Í Føroyum er myrkur helvtina av árinum, og vit eru nógv,
sum kenna, hvussu myrkrið ávirkar sálina. Fyri mong eru sálarligu avbjóðingarnar so stórar, at tey
ikki orka gerandisdagin uttan hjálp. Og sjálvi rópa menniskju við stórum sálarligum avbjóðingum
ikki harðast um lekjandi tilboð.


Í stóru fólkaheilsuætlanini, sum Almanna- og heilsumálaráðið gav út í 2006, verður sálarlig líðing
nevnd sum ein av føroysku fólkasjúkunum og orsøk til umleið 30 prosent av øllum seingjadøgum á
føroyskum sjúkrahúsum. Spurningurin er so, hvussu nógvar seingjadagar sálarlig líðing er orsøk til í
dag.


Sálarheilsuliga økið er framvegis í stóran mun knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Vit skulu
alla tíðina, og ikki einans í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober hava í huga, hvussu
vit kunnu betra um sálarheilsuna, so at vit ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast
sum menniskju.


Havi sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein §52 spurning í sambandi við Altjóða
Sálarheilsudagin. Spurningarnir eru soljóðandi:


1. Hvørji tilboð hevur landið í dag til menniskju, sum hava tørv á viðgerð fyri ringa sálarheilsu
ella fyri sálarsjúku?
2. Hvussu nógv fólk eru í viðgerð fyri sálarsjúku í Føroyum samanborið við onnur
Norðurlond?
3. Hvussu stórur partur av seingjardøgunum á føroysku sjúkrahúsunum eru orsakað av
sálarligari líðing?
4. Hvør viðgerð er á Psykiatriska deplinum umframt medisinska viðgerð?
5. Hvør er tørvurin á viðgerð fyri sálarliga líðing hjá børnum og ungum? Er hesin tørvur í
vøkstri?
6. Hvørji tilboð eru til ung, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin?
7. Hvussu er akutt-móttøka skipað á Psykiatriska deplinum?
8. Er talið á fólki, sum fáa viðgerð fyri sálarsjúku, í minking ella í vøkstri? Og ber til at
staðfesta nakrar orsøkir til verandi gongd?

9. Hvørjir møguleikar eru fyri heilsustarvsfólk at menna fakligu førleikarnar í sambandi við
arbeiðið við menniskjum við sálarligari líðing?
10. Er nakað tilboð til avvarðandi hjá menniskjum við sálarligum líðingum ella sálarsjúku?

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi